- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rúmdin

Í hesum 11. parti hoyra vit um, hvussu Gamow og Alpher rokna kjarnasamruna í Big-Bang. Teir vísa á, at við Big-Bang ástøðinum sum grundarlagi ber til at skilja lutfalsliga býtið millum hydrogen og helium, og hví hesi bæði lættastu grundevnini eru meginparturin av øllum grundevnum í alheiminum. Eisini verður greitt frá, tá teir sonevndu skorsteinarnir á djúphavsbotninum verða ávístir í 1977. Granskarar eru kløkkir, tá ið eitt yðjandi lív verður ávíst í hesum heita, eitrandi umhvørvinum, har einki sólarljós er.
Fred Hoyle, sum var fremsti forsprákari fyri kolldømda Steady-State ástøðinum, er fyrstur at siga orðið "Big-Bang" í eini útvarpssending hjá BBC í 1949. Hann loysir harumframt gátuna, hvussu tungu grundevnini kunnu verða gjørd í stjørnunum.
Eftir seinna heimsbardaga verður radiostjørnufrøðin ment. Jansky varnaðist radiogeisling úr rúmdini longu í 1931, og radiobylgjur kunnu fara ígjøgnum dustskíggj og avdúka slíkt, sum ikki sæst í kikara. Og radiogeisling kemur úr bæði stjørnum, svørtum holum og gassskýggjum. Og grundevnið hydrogen, sum mest er til av, geislar við heilt ávísari aldulongd. Hetta er sonevnda 21-cm-geislingin.

Rúmdin
Í samband við sólarmyrkingina í Føroyum í mars 2015 sendu vit úr bókini "Rúmdin - almenn stjørnufrøði", sum Pól Jespersen hevur skrivað. Nám gav bókina út í 2012. Pól Jespersen lesur sjálvur og tillagar bókatekstin til upplestur.











