Rúmdin

Rúmdin - almenn stjørnufrøði (9:17)
19-03-2015
Í níggjunda parti hoyra vit um, nær gongustjørnur hava lofthav ella atmosferu. Og spurningurin um, hvaðani oxygenið í lofthavinum stavar, verður viðgjørdur.

Í hesum 9. parti verður hoyra vit um nær gongustjørnur hava lofthav ella atmosferu. Og spurningurin um, hvaðani oxygenið í lofthavinum stavar, verður viðgjørdur.

Eisini verður sagt frá, hvussu fyrstu frástøðurnar til stjørnurnar umsíðir verða roknaðar. Um hvussu Thomas Wright, sum tann fyrsti lýsti skapið á vetrarbreytini, og um Messierskránna, sum Charles Messier gjørdi at seta knattstøður á halastjørnur.

Og um Herschelfólkini og teirra stóru kikarar og teleskop, sum gera tey før fyri at eygleiða enn neyvari stjørnur og stjørnuhópar. Og at rokna hvussu langt burtur tær eru frá hvørji aðrari.

Bessel er fyrstur rokna fjarstøðu við at mála parallaksan hjá einum himmalknøtti. Tølini gerast stór, og av tí sama verður tosað nógv um, hvussu stórur alheimurin í veruleikanum er.

Tølini tala, hóast ringt er at fata støddina og fjarstøðurnar. "Tað stóra kjakið" um fjarar stjørnur og um stjørnutokur eru partar av vetrarbreytini ella liggja uppaftur longri úti í rúmdini, eru tvey sjónarmið, sum dúgliga verður kjakast um. Einastu ráð eru at byggja størri kikarar.

Nýggja tøknin at taka myndir er sera áhugaverd. Nú ber til at sammeta um knøttirnir hava flutt seg í mun til hvønn annan. Henrietta Swan Leavitt finnur ein rúmdarmálistokk, ið kallast cepheidur, ið er grundaður á, tá stjørnur sýnast at "blinka." Tað er varierandi ljósstyrkin, sum er áhugaverd, og sum Leavitt megnar at greina í ymsar bólkar.

Edwin Hubble loysir gátuna um tað stóra kjakið, og hann flytur rúmdarmørkini út um vetrarbreytina. Hann tekur myndir í hópatali, og hann arbeiðir við heimsins størsta kikara, tá tað eydnast honum at taka avgerandi myndina.

Andromedatokan er ein av fleiri stjørnubreytum langt úti í rumdini. Tølini eru øgilig og fjarstøðurnar eisini. Stjørnubreytir hava eisini ymisk skap, summar eru avlangar, elliptiskar, aðrar eru rundar, og uppaftur aðrar eru sum spiralar.

Rúmdin

Í samband við sólarmyrkingina í Føroyum í mars 2015 sendu vit úr bókini "Rúmdin - almenn stjørnufrøði", sum Pól Jespersen hevur skrivað. Nám gav bókina út í 2012. Pól Jespersen lesur sjálvur og tillagar bókatekstin til upplestur.

Í 17. og seinasta partinum hoyra vit um, hvussu súgdýr koma fyri seg. Brádlig skifti hava ávirka ógvisliga, men lívið hevur altíð ment seg aftur so ella so.
28-05-2015
Í 16. parti hoyra vit um, hvussu gamalt lívið á jørðini er, og hvussu tað hevur lagað seg til ógvuliga umskiftiligar jarðfrøðiligar umstøður.
21-05-2015
Í 15. parti hoyra vit um, hvussu veðurlagið á jørðini broytist, og at tað ber til at rokna, nær ístíðir verða.
14-05-2015
Í 14. parti hoyra vit um, at meginparturin av tilfarinum í alheiminum sæst ikki. Um myrkt tilfar og um myrka orku.
30-04-2015
Í 13. parti hoyra vit um, hvussu málitólini gerast betri. Um tær fýra náttúrukreftirnar og um Higgs-partikulin.
23-04-2015
Í 12. parti hoyra vit um, tá rúmdarferðirnar byrja. Um raketvísindamenninar Tsiolkovski og Goddard. Um V2-rakettina og um Sputnik. Og um baksýnisgeisling.
16-04-2015
Í 11. parti hoyra vit um Big-Bang-ástøðið, og um tá teir sonevndu skorsteinarnir á djúphavsbotninum vórðu ávístir í 1977.
02-04-2015
Í níggjunda parti hoyra vit um, nær gongustjørnur hava lofthav ella atmosferu. Og spurningurin um, hvaðani oxygenið í lofthavinum stavar, verður viðgjørdur.
19-03-2015
Í áttanda parti verður sagt frá, hvussu lættar stjørnur enda sínar dagar og gerast hvítir dvørgar.
12-03-2015
Hugt verður nærri at stórum samanbrestum. Og greitt verður frá muninum millum meterorid, meteor, meteorite, ella á føroyskum rúmdarsteinur, nykbrandur og loftsteinur.
05-03-2015
Í sætta parti verður sagt frá um áttandu og ytstu gongustjørnuna, Neptun. Eisini verður greitt frá nógvum av tí, sum vit síggja á himmalhválvinum.
26-02-2015