- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rúmdin

Í hesum áttanda parti verður sagt frá um hvussu lættar stjørnur enda sínar dagar og gerast hvítir dvørgar. Lættar stjørnur verða seinni til reyðar kempur og enda sum hvítir dvørgar. Hetta tekur milliardir av árum.
Eitt stórt skýggj av gassi og dusti dregur seg saman, hitin í miðdeplinum verður so nógvur, at fusiónstilgongdir kunnu fara fram og verður til, at hydrogen verður gjørt um til helium. Soleiðis er eisini við okkara stjørnu, sum hevur gjørt hetta í 5 milliardir ár.

Rúmdin
Í samband við sólarmyrkingina í Føroyum í mars 2015 sendu vit úr bókini "Rúmdin - almenn stjørnufrøði", sum Pól Jespersen hevur skrivað. Nám gav bókina út í 2012. Pól Jespersen lesur sjálvur og tillagar bókatekstin til upplestur.











