- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rúmdin

Onkrir samanbrestir hava verið gjøgnum tíðirnar, og týðilig tekin eru ymsa staðni á jørðini. M.a. var ein samanbrestur fyri umleið 65 mió árum síðan, ið oyddi stóran part av øllum lívi á jørðini. Greitt verður frá muninum nær sagt verður meterorid, meteor, meteorite, ella á føroyskum rúmdarsteinur, nykbrandur og loftsteinur.
Stjørnur eru sera ymiskar í stødd, og eru í veruleikanum fjarar sólir staddar fleiri milliónir ljósár burturi. Og tær eru sera nógvar í tali og sera ymiskar og eru savnaðar saman í stjørnubreytir.
Greitt verður frá í fýra stigum, hvussu ein stjørna verður til og doyr - samandráttur, høvuðsraðið, kempustjørna og stjørnudeyði.
Vetrarbreytin, okkara stjørnubreyt, sum vit eru partur av, er eini 1000 ljósár í tvørmáli. Okkara sól er ein av 100-200 milliardum stjørnum í vetrarbreytini.
Eisini verður greitt frá um Kuiperbeltið við nógvum og fjarum smáum himmalknøttum, sum mala í ringrás um sólina. Hesir knøttir ganga kring sólina í einum flata (ella belti) eini 30-55 AU frá sólini.
Oortskýggi tykist at vera kúluskapa og liggja uttan um alla sólskipanina. Hvaðani koma halastjørnurnar sum nærkast sólini (og okkum) úr øllum ættum, og ikki bara í einum flata ella belti. Er tað onkustaðni út Oortskýgnum?

Rúmdin
Í samband við sólarmyrkingina í Føroyum í mars 2015 sendu vit úr bókini "Rúmdin - almenn stjørnufrøði", sum Pól Jespersen hevur skrivað. Nám gav bókina út í 2012. Pól Jespersen lesur sjálvur og tillagar bókatekstin til upplestur.











