- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rúmdin

Í hesum 6. parti verður sagt frá um áttandu og ytstu gongustjørnuna Neptun, sum ikki var funnin av tilvild, men tí granskarar høvdu varhuga av einum himmalknøtti. Útrokningar vístu, hvar skuldi leitast, og í 1846 varð Neptun funnin.
Síðan verður sagt frá tí, sum er at síggja á himmalhválvinum. Um jørðina, sólina og mánan. Hvussu sólin framleiðir hita og av tí sama minkar 4,26 mió. tons um sekundi. Mánin er ein framvegis ein gáta, tí hvaðani kom hann, og uppá seg er hann sera stórur sammett við gongustjørnuna, hann ferðast um.
Eisini verður greitt frá um aðrar knøttir í sólskipanini, og um rúmdarførini og myndirnar, sum eru fingnar til vega. Eitt nú frá Voyager 2, sum varð skotið 20. august 1977, og sum nú er á ferð út úr sólskipanini.
1 astronomical unit (AU) er 149,6 mió.km., og greitt verður frá um hesa eind. Pluto var gongustjørna í 76 ár, men í 2006 setti altjóða stjørnufrøðifelagið IAU á fyrsta sinni upp reglur fyri, hvørt ein himmalknøttur er gongustjørna ella ikki. Pluto verður nú nevnd smágongustjørna ella dvørgagongustjørna.

Rúmdin
Í samband við sólarmyrkingina í Føroyum í mars 2015 sendu vit úr bókini "Rúmdin - almenn stjørnufrøði", sum Pól Jespersen hevur skrivað. Nám gav bókina út í 2012. Pól Jespersen lesur sjálvur og tillagar bókatekstin til upplestur.











