- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rómi og ross løgdu støðið

Seinast í 1920-unum legði Viggo Lützen inn eina leigutrøð í Norðradali úr festinum Úti í Haga. Síðani bygdi hann hús og fjós, og hann og norska konan Ingegerd fóru undir landbúnað við neytum.
Ta fyrstu tíðina høvdu tey sjey neyt. Seinri fingu tey fleiri mjólkkýr. Úrdrátturin, rómi, varð reiddur til Frants Restorff í Havn tríggjar ferðir um vikuna. Eisini høvdu tey kálvar og grísar.
Tey fingu seks børn og trý av teimum siga søguna um búreisingina og lívið og arbeiðið á garðinum. Um skúla, el og amerikanararnar á Núgvuni. Eisini hoyra vit tríggjar abbasynir, eina verdóttir og ein verson siga frá.

Rómi og ross løgdu støðið
Seinast í 1920-unum legði Viggo Lützen inn eina leigutrøð í Norðradali úr festinum Úti í Haga. Síðani bygdi hann hús og fjós, og hann og norska konan Ingegerd fóru undir landbúnað við neytum. Um skúla, el og amerikanararnar á Núgvuni. Eisini hoyra vit tríggjar abbasynir, eina verdóttir og ein verson siga frá. Í sendingini hoyra vit eisini um vandafullar hendingar, og um ross og ríðing, sum hevur verið ein stórur partur av lívinum hjá Lützen-ættini.
Jóhann Mortensen legði til rættis.