Plátubarrin

TEMAPLÁTAN: Everything, The Bangles, 1988
03-01-2026
Kendastu løgini eru Eternal Flame og In Your Room. Hetta var triðja og seinasta úgávan, áðrenn bólkurin gavst at spæla. Tær komu saman aftur í 1998.

Eins og Different Light í 1986, innihelt hetta albumið ein Hot 100 eittara og eitt annað Hot 100 Top 5 lag. Eternal Flame og In Your Room. Alment góvust The Bangles at spæla í apríl 1989, men tær vóru ikki gloymdar.
Tá tær aftur spældu konsertir í 1998, vórðu tær bilsnar, viðmerkti Susanna Hoffs. Ein partur av teirra fjepparum vóru nevnliga stórir drongir, hvørs mammur vóru um sama aldur sum tær sjálvar, har tær stóðu á pallinum.

Plátubarrin 3. januar 2026

 

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.

Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.

Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.

Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.

'This Is My Life', 'De Gule Enker', 'Sirenesangen', 'Pilli Willi', og 'Kloden Drejer Stille Rundt' eru kendastu løgini á hesari sættu upprunaplátuni hjá Gasolin'.
07-11-2026
Løgini 'Mamma Mia' og 'SOS' frá árinum fyri fingu nógv fólk at kasta sín alsk á Abbatónleikin, men 'Dancing Queen' og onnur temaløg lyfti bólkin upp í aðrar hæddir í 1976.
31-10-2026
Tann best umtókta útgávan hjá svenska rokkbólkinum, Europe. Kend løg eru heitislagið, sum er 'The Final Countdown', 'Rock the Night' og 'Carrie'.
09-05-2026
Fyrsta og best umtókta solistútgávan hjá Agnethu Fältskog á enskum máli. Mike Chapman var framleiðari.
02-05-2026
Talan er um eina av mætastu rokkútgávunum í áttatiárunum. Best umtókta lagið, Livin' On a Prayer, er millum heimsins best laðaðu rokkvarðar.
25-04-2026
Tann best umtókta Thomas Helmig útgávan við løgum sum 'Det er mig der står herude og banker på' og 'Nu hvor du har brændt mig af'. Eisini er eitt Gasolin' tøkulag tikið við.
18-04-2026
Poppur, R&B, soul og disco eru stílirnir á hesari best umtóktu LP-útgávu hennara. Løgini Upside Down, I'm Coming Out, og My Old Piano eru poppklassikarar, sum vit enn spæla.
11-04-2026
Talan er um ta seinastu UH útgávuna við David Byron á forsangi. 'One Way or Another', 'Weep in Silence', og 'Misty Eyes' er mest spældu løgini.
04-04-2026
Starlight gav í fjør tvey løg út og í ár er ætlanin at útgeva enn fleiri. Tann fyrsta av hesum 2026 útgávum er rokkballadan Dreymaland, sum Niclas Johannesen hevur framleitt.
28-03-2026
Frumplátan hjá diskobólkinum Boney M. við løgum sum 'Daddy Cool' og 'Sunny', og føroyska hittinum 'No Woman No Cry'.
21-03-2026
'Here I Go Again' og 'Crying in the Rain'. Vit hoyra hasi bæði hittini og eisini hini løgini á plátuni. Ein av tónleikarunum, Bernie Marsden, greiðir KVF frá einum av løgunum.
14-03-2026
Onkuntíð heldur tú teg vera í tónleikaheiminum hjá Abba, aðrar løtur á ferð við Chess. Soleiðis er henda Temapláta hjá Gemini. Kendasta lagið er 'Another You, Another Me'.
07-03-2026