Plátubarrin

Gott nýggjár í Plátubarrini: 'Hjarnar 50 ár í føroyskum rokki'
31-12-2025
Fimm Hjarnar tónleikarar vitjaðu Plátubarrina gamlaárskvøld ´'25, har verturin hevði gjørt ein playlista frá øllum Hjarnar tónleikaskeiðnum, og teir greiddu vælhýrdir frá.

Nógv er hent síðani teir sum hálvvaksnir fingu loyvi at venja við ljóðførunum hjá The Birds í Antlantis Bio. Tað eru góð hálvtrýss ár síðan og menninir eru eisini vorðnir hálvtrýss ár eldri, hvat ikki heldur teimum aftur at spæla tónleik og hava framtíðarætlanir. Á 50-ára heiðurskonsertunum, sum spældar vórðu í Varpinum í Klaksvík á heysti 2025, vóru lovorðini mong um bólksins dygdir og førleikar. Men talan er eisini um tann bólkin, sum í seinnu helvt av hálvfjerðsunum og fyrru helvt av fýrsunum var Føroya best umtókti dansibólkur, til teir sjálvir valdu at seta ferðina niður. Í 1984 og 1995 góvu teir heildarverk út, í 1978 og 1982 var talan um singleplátur.

Henda sendingin er ein ferð gjøgnum tónleikaskeiðið hjá Hjarnar. Eisini ber til at hoyra demo-upptøku, sum ikki hevur verið spæld fyrr. Teir, ið siga frá eru: Karl Martin Samuelsen, sangari, Hans Black, trummusláari, Eyðun Nolsøe, bassgittaristur, Jógvan Olsen, tangentspælari, og Mikkjal Hvannastein, gittaristur, sum er nýggjur í bólkinum. Hvannastein er ein av okkara góðu rokkgittaristum, sum haraftrat hevur upptøkuhøli. Tískil er tað einans ein spurningur um tíð, til vit aftur fara at hoyra nýggj Hjarnar løg.

Plátubarrin 31.12.25 (Gott nýggjár í Plátubarrin)

 

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.

Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.

Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.

Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.

Albumið varð nógv keypt, hóast talan var um eitt tónleikaligt klútateppi við ólidnum tilfari og endurblandi, sum Brian May og Roger Taylor settu saman og snikkaðu til.
08-11-2025
Í oktober '25 varð ein tann størsti norðurlendski rokkvarðin fimti ár. Útvørpini spæla framvegis 'Gas 5' hjá Gasolin', harav Kvinde Min og Rabalderstræde eru tvey av løgunum.
02-11-2025
'Money for Nothing', 'Walk of Life', ja, seks av løgunum vóru størri ella minni hitt, ið førdu hesa útgávu fram á heimsins popplistar, og um søludiskin í plátuhandlunum.
04-05-2025
Útgávan er nr. 13 á yvirlitinum yvir mest keyptu Elton John pláturnar, tá eru savnsútgávur íroknaðar
26-04-2025
Hetta heildarverkið er nummar ellivu á yvirlitinum yvir albumsølu hjá ABBA. Tó skal viðmerkjast, at av ellivu teimum fyrstu útgávunum eru seks teirra hitt-savnsplátur.
19-04-2025
'Jagged Little Pill' var plettskot á albumlistunum í 13 londum.
14-04-2025
Back in Black hevur eitt størri sølutal enn 'Dark Side of the Moon' hjá Pink Floyd, ella 'Rumours' hjá Fleetwood Mac. Einans 'Thriller' hjá Michael Jackson er seld oftari.
29-03-2025
Talan er um eina góða poppplátu, tó undirtøkan var heldur lakari enn í samband við ta fyrstu ensktmæltu útgávuna hjá Agnethu Fältskog.
22-03-2025
Eftir at hava vunnið Prix Føroyar kom Moirae bólkurin við fyrru útgávu síni, ið hevur popp- og rokkløg sum 'Tú', 'Eg flýggi til tónleikin', 'Myndugleikin', og 'Rúsevnistoka'.
15-03-2025
Kendastu løgini á hesi frumútgávu eru 'Smooth Operator', "Your Love is King", og "Hang On to Your Love". Talan er um popp og r&b.
08-03-2025
'Man on the Silver Mountain' og 'The Temple of the King' eru stóru rokkklassikararnir frá hesum fyrsta verki Blackmore's uttan Deep Purple.
22-02-2025
Nakrir av størstu klassikarunum hjá Whitney Houston eru at finna á hesum frumalbum frá 1985, ið er selt áleið tað sama sum onnur útgávan, 'Whitney', frá 1987.
15-02-2025