Plátubarrin

TEMAPLÁTAN 50: 'Gas 5' hjá Gasolin í 1975
02-11-2025
Í oktober '25 varð ein tann størsti norðurlendski rokkvarðin fimti ár. Útvørpini spæla framvegis 'Gas 5' hjá Gasolin', harav Kvinde Min og Rabalderstræde eru tvey av løgunum.

Vit spæla ta kanska mest klassisku rokk- og popprokkplátuna, sum danir góvu út í sjeytiárunum, 'Gas 5' hjá Gasolin'. Ein kann siga, at útgávan er vorðin eitt slag av kult, tí hon var tann fyrsti stórseljarin yvirhøvur í donskum rokki. Ein høvuðsgrund til tað er, at hon inniheldur nógv spældu løgini 'Rabalderstræde', 'Masser af succes', og 'Kvinde Min', ið fleiri ferðir - seinast í 2025 - hevur verið kosið tað besta danska kærleikslagið yvirhøvur. Teir mentu sín egna stíl við bæði heimligum og útlendskum íblástri, og enski framleiðarin, Roy Thomas Baker, fekk tónleikin at ljóða væl.


Talan er um ta útgávuna hjá Gasolin' og Kim Larsen, sum blaðmaðurin Rasmus Skovbo kallar: 'Danmarks Bedste Rokplade'.

Plátubarrin 1. november 2025

 

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.

Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.

Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.

Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.

Útgávan hevur tann kendasta Judas Priest sangin, Breaking The Law, og hon er kanska kendast av øllum Priest útgávum, men er ikki tann mest selda.
10-01-2026
Kendastu løgini eru Eternal Flame og In Your Room. Hetta var triðja og seinasta úgávan, áðrenn bólkurin gavst at spæla. Tær komu saman aftur í 1998.
03-01-2026
Fimm Hjarnar tónleikarar vitjaðu Plátubarrina gamlaárskvøld ´'25, har verturin hevði gjørt ein playlista frá øllum Hjarnar tónleikaskeiðnum, og teir greiddu vælhýrdir frá.
31-12-2025
..ið merkir, at tað krevst meira enn eitt til at fáa tað besta burturúr. Við hesum í huga er TYRIL nú eisini komin við aðru útgávu síni, 'Sparkling Glows', ið man hava munin.
27-12-2025
Temaplátan var yvirhøvur mest keypta bretska útgávan í nítiárunum. Í Bretlandi vann hon 14 ferðir platin. Í heimshøpi er hon í 2025 tølum seld í fleiri enn 20 mill. eintøkum.
20-12-2025
Talan var um fimta Rainbow heildarverkið og sangarin, Joe Lynne Turner, var nýggjur í bólkinum. Fyrsta DTC staklagið, 'I Surrender', rakk til triðjaplássið á UK Singles Chart.
13-12-2025
'Bohemian Rhapsody', 'Love of My Life', '39, 'You're My Best Friend' eru klassikarar, sum vit spæla framvegis. Útgávan er ongantíð gloymd, nýggju ættarliðini fegnast eisini.
29-11-2025
Trummusláarin í Hjarnar, Hans Black, vitjaði Plátbarrina tann 22. november '25 og við sær hevði hann eina upptøku av lagi frá seinasta kvøldinum har Hjarnar kallaði seg Sunny.
29-11-2025
Albumið varð nógv keypt, hóast talan var um eitt tónleikaligt klútateppi við ólidnum tilfari og endurblandi, sum Brian May og Roger Taylor settu saman og snikkaðu til.
08-11-2025
Í oktober '25 varð ein tann størsti norðurlendski rokkvarðin fimti ár. Útvørpini spæla framvegis 'Gas 5' hjá Gasolin', harav Kvinde Min og Rabalderstræde eru tvey av løgunum.
02-11-2025
'Money for Nothing', 'Walk of Life', ja, seks av løgunum vóru størri ella minni hitt, ið førdu hesa útgávu fram á heimsins popplistar, og um søludiskin í plátuhandlunum.
04-05-2025
Útgávan er nr. 13 á yvirlitinum yvir mest keyptu Elton John pláturnar, tá eru savnsútgávur íroknaðar
26-04-2025