Plátubarrin

TEMAPLÁTAN 40: 'Brothers In Arms', Dire Straits, 1985
04-05-2025
'Money for Nothing', 'Walk of Life', ja, seks av løgunum vóru størri ella minni hitt, ið førdu hesa útgávu fram á heimsins popplistar, og um søludiskin í plátuhandlunum.

Ein 40 ára heiðurssending í Plátubarrini. LP-plátan og fløgan 'Brothers in Arms' varð send á marknaðin tann 13. mei í 1985. Útgávan fekk ein heilt serligan status sum fløguútgáva, Compact Disc; eitt rættiliga nýtt format á veg fram, og haraftrat var hon tøk sum kassettuband. Talan var um ta fimtu studioútgávuna hjá enska rokkbólkinum Dire Straits og higartil hava fleiri enn 30 milliónir fólk keypt verkið.

Dire Straits spælir ikki longur. Tilsamans vann bólkurin fýra amerikanskar Grammy Awards virðislønir, tríggjar bretskar Brit Awards, og tveir MTV Video Music Awards heiðrar. Í 2015 gjørdi Ultimateclassicrock.com síðan eina raðfesting av teimum seks studioplátunum hjá Dire Straits. Aftast er 1979 útgávan Communique. On Every Street frá '91 er nummar fimm. Nummar fýra hevur miðilin Love Over Gold, sum bólkurin gav út í 1982. Nummar trý er Making Movies frá '80. Henda Temaplátan, Brothers In Arms, er nummar tvey, og sum bestu útgávuna hjá Dire Straits hevur Ultimateclassicrock frum- og sjálvheitisplátuna frá 1978. Men Brothers In Arms Temaplátan er tann nógv mest keypta.

'Money For Nothing', 'So Far Away', 'Brothers In Arms',' Why Worry', 'Walk Of Life', og 'Your Latest Trick' eru øll løg frá Brothers In Arms, ið spæld hava verið í føroyskum útvarpi síðani 1985.

Plátubarrin 3. mai 2025

 

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.

Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.

Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.

Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.

Tann best umtókta útgávan hjá svenska rokkbólkinum, Europe. Kend løg eru heitislagið, sum er 'The Final Countdown', 'Rock the Night' og 'Carrie'.
09-05-2026
Fyrsta og best umtókta solistútgávan hjá Agnethu Fältskog á enskum máli. Mike Chapman var framleiðari.
02-05-2026
Talan er um eina av mætastu rokkútgávunum í áttatiárunum. Best umtókta lagið, Livin' On a Prayer, er millum heimsins best laðaðu rokkvarðar.
25-04-2026
Tann best umtókta Thomas Helmig útgávan við løgum sum 'Det er mig der står herude og banker på' og 'Nu hvor du har brændt mig af'. Eisini er eitt Gasolin' tøkulag tikið við.
18-04-2026
Poppur, R&B, soul og disco eru stílirnir á hesari best umtóktu LP-útgávu hennara. Løgini Upside Down, I'm Coming Out, og My Old Piano eru poppklassikarar, sum vit enn spæla.
11-04-2026
Talan er um ta seinastu UH útgávuna við David Byron á forsangi. 'One Way or Another', 'Weep in Silence', og 'Misty Eyes' er mest spældu løgini.
04-04-2026
Starlight gav í fjør tvey løg út og í ár er ætlanin at útgeva enn fleiri. Tann fyrsta av hesum 2026 útgávum er rokkballadan Dreymaland, sum Niclas Johannesen hevur framleitt.
28-03-2026
Frumplátan hjá diskobólkinum Boney M. við løgum sum 'Daddy Cool' og 'Sunny', og føroyska hittinum 'No Woman No Cry'.
21-03-2026
'Here I Go Again' og 'Crying in the Rain'. Vit hoyra hasi bæði hittini og eisini hini løgini á plátuni. Ein av tónleikarunum, Bernie Marsden, greiðir KVF frá einum av løgunum.
14-03-2026
Onkuntíð heldur tú teg vera í tónleikaheiminum hjá Abba, aðrar løtur á ferð við Chess. Soleiðis er henda Temapláta hjá Gemini. Kendasta lagið er 'Another You, Another Me'.
07-03-2026
Tann triðja og eisini best umtókta heildarútgávan, sum John Fogerty hevur givið út sum einstaklingur. Kendastu løgini eru 'The Old Man Down the Road' og 'Rock and Roll Girls'.
28-02-2026
Into The Gap var ein av stórsøluplátunum í 80'unum, harav kendasta lagið er 'Hold Me Now'. Í hesum sambandi hoyra vit eisini onnur TT løg, so talan er um heildarsending.
21-02-2026