Plátubarrin

Temaplátan 30: 'Jagged Little Pill', Alanis Morissette, 1995 + eykaløg
14-04-2025
'Jagged Little Pill' var plettskot á albumlistunum í 13 londum.

Temaplátan í Plátubarrini er við stakløgunum frá Jagged Little Pill, umframt okkurt albumlag og trý eykaløg frá øðrum útgávum, ið hava til endamáls at lýsa Alanis Morissette í eitt sindur breiðari merking, enn bara frá Temaplátuni. Fleiri Temaplátutættir við henni verða neyvan gjørdir.

"Jagged Little Pill" er tað triðja studióalbumið hjá kanadiskt-amerikansku songkvinnuni, Alanis Morissette, og tað varð útgivið tann 13. juni í 1995. Víða um verður verkið mett sum ein tann best lagaði tónleikavarðin í 1990-unum og ein markapeli í alternativum rokki og kvinnuligari styrki. Albumið fevnir um eina blanding av alternativum rokki, post-grunge og popp-rokki, við sera persónligum og 'bart út' tekstum.

Fyri 'Jagged Little Pill' vórðu Alanis Morissette og hennara fólk í 1999 heiðraði á amerikansku Grammy Awards handanini við fimm tónleikavirðislønum, harav 'Ársins pláta' og Ársins rokk album' vóru tvær av teimum. Her í 2025 er talið á útgávueindum omanfyri 33 milliónir eintøk, ið er frammanfyri so klassiskar plátur sum Elton John verkið 'Goodbye Yellow Brick Road' og '21' hjá Adele, eisini sjálvheitisplátan 'Metallica', og 'Dangerous' hjá Michael Jackson eru aftanfyri Jagged Little Pill í sølutølum.

Plátubarrin 12. apríl 2025

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.

Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.

Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.

Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.

Útgávan hevur tann kendasta Judas Priest sangin, Breaking The Law, og hon er kanska kendast av øllum Priest útgávum, men er ikki tann mest selda.
10-01-2026
Kendastu løgini eru Eternal Flame og In Your Room. Hetta var triðja og seinasta úgávan, áðrenn bólkurin gavst at spæla. Tær komu saman aftur í 1998.
03-01-2026
Fimm Hjarnar tónleikarar vitjaðu Plátubarrina gamlaárskvøld ´'25, har verturin hevði gjørt ein playlista frá øllum Hjarnar tónleikaskeiðnum, og teir greiddu vælhýrdir frá.
31-12-2025
..ið merkir, at tað krevst meira enn eitt til at fáa tað besta burturúr. Við hesum í huga er TYRIL nú eisini komin við aðru útgávu síni, 'Sparkling Glows', ið man hava munin.
27-12-2025
Temaplátan var yvirhøvur mest keypta bretska útgávan í nítiárunum. Í Bretlandi vann hon 14 ferðir platin. Í heimshøpi er hon í 2025 tølum seld í fleiri enn 20 mill. eintøkum.
20-12-2025
Talan var um fimta Rainbow heildarverkið og sangarin, Joe Lynne Turner, var nýggjur í bólkinum. Fyrsta DTC staklagið, 'I Surrender', rakk til triðjaplássið á UK Singles Chart.
13-12-2025
'Bohemian Rhapsody', 'Love of My Life', '39, 'You're My Best Friend' eru klassikarar, sum vit spæla framvegis. Útgávan er ongantíð gloymd, nýggju ættarliðini fegnast eisini.
29-11-2025
Trummusláarin í Hjarnar, Hans Black, vitjaði Plátbarrina tann 22. november '25 og við sær hevði hann eina upptøku av lagi frá seinasta kvøldinum har Hjarnar kallaði seg Sunny.
29-11-2025
Albumið varð nógv keypt, hóast talan var um eitt tónleikaligt klútateppi við ólidnum tilfari og endurblandi, sum Brian May og Roger Taylor settu saman og snikkaðu til.
08-11-2025
Í oktober '25 varð ein tann størsti norðurlendski rokkvarðin fimti ár. Útvørpini spæla framvegis 'Gas 5' hjá Gasolin', harav Kvinde Min og Rabalderstræde eru tvey av løgunum.
02-11-2025
'Money for Nothing', 'Walk of Life', ja, seks av løgunum vóru størri ella minni hitt, ið førdu hesa útgávu fram á heimsins popplistar, og um søludiskin í plátuhandlunum.
04-05-2025
Útgávan er nr. 13 á yvirlitinum yvir mest keyptu Elton John pláturnar, tá eru savnsútgávur íroknaðar
26-04-2025