Plátubarrin

TEMAPLÁTAN: 'Back in Black', AC/DC, 1980
29-03-2025
Back in Black hevur eitt størri sølutal enn 'Dark Side of the Moon' hjá Pink Floyd, ella 'Rumours' hjá Fleetwood Mac. Einans 'Thriller' hjá Michael Jackson er seld oftari.

Harð-rock plátan 'Back in Black' hjá australska bólkinum, AC/DC er ein av heimsins mest keyptu útgávum. Seinasta uppgerðin sigur 50 milliónir seld eintøk, tó torført er at eftirkanna talið. Onkuntíð eru 'væntað' søla og óseldar goymslur íroknaðar sølutøl fyri tónleik. Henda AC/DC heildarútgávan varð givin út tann 25. juli í 1980 hjá Atlantic Records og tað var tann fyrsta við enska Brian Johnson á forsangi. Hann kom ístaðin fyri Bon Scott, sum fyrr um árið var deyður. Her í 2025 livir plátan enn væl og heimsins mongu útvarpsstøðir spæla framvegis løg sum 'You Shook Me All Night Long', 'Hells Bells', og 'Back in Black'.

Við 'Let There Be Rock' útgávuni gjørdi AC/DC tann fyrsta stóra vørrin í 1977. Í 1979 kom stóra søluframbrotið, 'Highway To Hell', meðani AC/DC manning gjørdi bart við hesari temaplátu, 'Back in Black', ið so at siga onga kapping hevði um tað mundið í 1980-81; somikið nógv varð hon keypt. Kravgangur var eisini eftir fleiri av singleplátu a-síðunum frá albuminum, til dømis eru fleiri enn 11 milliónir eintøk av 'Back in Black' heitislagnum farin um søludiskin. Framleiðarin fær ein part av heiðrinum fyri hetta. Hann var Robert 'Mutt' Lange, sum umframt 'Highway to Hell' og 'Back in Black' eisini legði til rættis upptøkuna av 'For Those About to Rock (We Salute You)' fyri AC/DC í 1981.

Plátubarrin 29. mars 2025

 

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.

Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.

Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.

Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.

'This Is My Life', 'De Gule Enker', 'Sirenesangen', 'Pilli Willi', og 'Kloden Drejer Stille Rundt' eru kendastu løgini á hesari sættu upprunaplátuni hjá Gasolin'.
07-11-2026
Løgini 'Mamma Mia' og 'SOS' frá árinum fyri fingu nógv fólk at kasta sín alsk á Abbatónleikin, men 'Dancing Queen' og onnur temaløg lyfti bólkin upp í aðrar hæddir í 1976.
31-10-2026
Tann best umtókta útgávan hjá svenska rokkbólkinum, Europe. Kend løg eru heitislagið, sum er 'The Final Countdown', 'Rock the Night' og 'Carrie'.
09-05-2026
Fyrsta og best umtókta solistútgávan hjá Agnethu Fältskog á enskum máli. Mike Chapman var framleiðari.
02-05-2026
Talan er um eina av mætastu rokkútgávunum í áttatiárunum. Best umtókta lagið, Livin' On a Prayer, er millum heimsins best laðaðu rokkvarðar.
25-04-2026
Tann best umtókta Thomas Helmig útgávan við løgum sum 'Det er mig der står herude og banker på' og 'Nu hvor du har brændt mig af'. Eisini er eitt Gasolin' tøkulag tikið við.
18-04-2026
Poppur, R&B, soul og disco eru stílirnir á hesari best umtóktu LP-útgávu hennara. Løgini Upside Down, I'm Coming Out, og My Old Piano eru poppklassikarar, sum vit enn spæla.
11-04-2026
Talan er um ta seinastu UH útgávuna við David Byron á forsangi. 'One Way or Another', 'Weep in Silence', og 'Misty Eyes' er mest spældu løgini.
04-04-2026
Starlight gav í fjør tvey løg út og í ár er ætlanin at útgeva enn fleiri. Tann fyrsta av hesum 2026 útgávum er rokkballadan Dreymaland, sum Niclas Johannesen hevur framleitt.
28-03-2026
Frumplátan hjá diskobólkinum Boney M. við løgum sum 'Daddy Cool' og 'Sunny', og føroyska hittinum 'No Woman No Cry'.
21-03-2026
'Here I Go Again' og 'Crying in the Rain'. Vit hoyra hasi bæði hittini og eisini hini løgini á plátuni. Ein av tónleikarunum, Bernie Marsden, greiðir KVF frá einum av løgunum.
14-03-2026
Onkuntíð heldur tú teg vera í tónleikaheiminum hjá Abba, aðrar løtur á ferð við Chess. Soleiðis er henda Temapláta hjá Gemini. Kendasta lagið er 'Another You, Another Me'.
07-03-2026