- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meg minnist

Dánjal Andreasen fór til Íslands sum 13 ára gamal. Pápin hevði hann við sær, tá hann fór við einum íslendskum báti á Norðvesturlandinum. Dánjal arbeiddi í landi saman við Enna í Skopun, og var eisini til skips við íslendingum.
Í 1970 vildi hann sleppa heimaftur av øllum og fekk lærupláss á skipasmiðjuni á Skála. Hetta var spennandi tíð við nógvum arbeiði og nógvum fólki. Nógv skip vórðu bygd hesa tíðina, eitt nú "Lómur" og fýra coastarar til danskt reiðarí. Seinni bygdi skipasmiðjan á Skála sildaskipini "Jupiter" og "Sjúrð Tollaksson". Tá var skipasmiðjan endurreist við eitt nú partapeningi frá nógvum kommunum í Eysturoynni.

Meg minnist
Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.
Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.



