- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meg minnist

Fráfarni leiðarin á Frímerkjadeildini, Svanbjørg Manai, vaks upp í Havn. Mamman var úr Sørvági og pápin úr Kaldbak.
Tá hon var liðug við realskúlan, vildi hon sleppa í onnur lond. Var fyrst eitt ár í Týsklandi og síðani trý ár í Fraklandi.
Í Paris hitti hon tunesaran Mouldi, sum hon seinni giftist við. Úr paris vóri tey ein túr í Tunesia og síðani fóru tey til Føroya.
Svanbjørg var eitt skifti í Noregi. Har ætlaði hon at seta seg niður, men tað var av ongum. Svanbjørg og Mouldi búsettist í Havn. Hon fekk starv á postverkinum, og har hevði hon við frímerkir at gera í næstan 50 ár.

Meg minnist
Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.
Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.



