Kvørnin

Kvørnin: "Ovastaloft", Hervør Sabina á Torkilsheyggi
15-01-2026
"Mangt og hvat av ovastalofti, sum er tikið niður og pussa og skygt", er yvirskriftin hjá Ingmar Berg Mikkelsen, sum ummælir fløguna saman við Regini Toftegaar.d

´"Ovastaloft" er heitið á fyrstu heildarútgávuni við Hervør Sabinu á Torkislheyggi. Á fløguni eru 15 sangir. Fimm á enskum og tíggju á føroyskum máli.
Hervør Sabina hevur gjørt bæði orð og løg til allar sangirnar uttan ein. Tað er sangurin "Kvøldbøn", ið pápi hennara, Poul Jóhan Djurhuus, hevur týtt frá enskum.


Tónleikarar á útgávuni eru:
Benjamin D. Djurhuus, Gittar, percussion o.a.
Jasmin Jovanovic, trummir
David Simonsen, bass
Jan Nónklett, Klaver og harmonika
Jóhan Hentze, Trompet
Súsanna Joensen, Tvørfloyta
Angelika Hansen, Violin
Kári á Torkilsheyggi, Gittar
Per I. H. Petersen spælir trummir á "Bíða", Fríði Bjarkhamar á "Summardái" og Tórður Dam Jakobsen á "Yppa"


Hervør Sabina á torkilsheyggi syngur sjálv allar sangirnar á útgávuni, og hevur harumframt fleiri kórsangarar afturat sær. Hesi eru:
Anna Sabina á Torkilsheyggi, Kári á Torkilsheyggi, Jóel á Torkilsheyggi, Benjamin D. Djurhuus, Maria á Lakjuni Djurhuus, Dania O. Tausen, Jógvan Olsen, Poul Jóhan Djurhuus og Dupultkvartettin, ið er mannað við Jens Christian Guttesen, Eli Smith, Alexander Samuelsen, Jens Andreassen og Finnur Marstein


Benjamin Djurhuus hevur tikið upp, framleitt og ljóðblandað útgávuna, sum Hans Poulsen hevur frumbandað ella mastera.
Jens L. Thomsen hevur tikið upp, framleitt og ljóðblandað sangin "Bíða".


Skotsmál:
7/10 stjørnum: Regin Toftegaard
7/10 stjørnum: Ingmar Berg Mikkelsen


Eyðfinn Jensen leggur til rættis.

Kvørnin

Í Kvørnini verða føroyskar tónleikaútgávur ummældar.

Í útvarpsstovuni eru vanliga tvey tónleikaáhugað fólk saman við vertinum Eyðfinn Jensen.

Fyritreyt fyri at ummæla í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.

Páll Oddur Rubbeksen og Birgar Larsen ummæla frum EP'ina "Overnight Sensation" við Jón Eliassen. Eyðfinn Jensen er vertur.
30-10-2025
"Ljósareyður poppur við svørtum rondum" sigur Regin Toftegaard, meðan Ingmar Berg Mikkelsen kallar hana "eina ljósareyða pinku-heimstjørnu". Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
23-10-2025
"Frá sorgarleiki ti innara frið" er yvirskiftin hjá Regini Toftegaard, ið ummælir Spegil í Kvørnini saman við Holgari Johannesen. Eyðfinn Jensen er vertur.
16-10-2025
"Rundir sukurmolar" er yvirskriftin hjá Páll Oddur Rubbeksen, sum gevur útgávuni 10 stjørnur. Regin Toftegaard ummælir eisini í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
09-10-2025
"Krevjandi valaverk úr listarligum hugflogsríkum hugaheimi" er yvirksriftin hjá Ára Rpuch, ið ummælir plátuna saman við Birgari Larsen. Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
02-10-2025
Malan Eyðunsdóttir og Ingmar Berg Mikkelsen ummæla EP'ina "It's Been a While" við Jazzygold í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
25-09-2025
"Livandi, kensluborið og friðsælt" verður sagt um "Seinferð", ið er tann fyrsta plátan hjá Leu Kampmann á føroyskum máli. Birgar Larsen og Malan Eyðunsdóttir eru ummælarar.
18-09-2025
"Skull-Sized Kingdom" við Lyon Hansen verður ummæld av Ára Rouch og Ingmar Berg Mikkelsen í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
11-09-2025
"Tann føroyski mentannararvurin í tungmálmshami" og "Hamrandi djúpt dun" eru yvirskriftirnar hjá ummælarunum.
05-09-2025
Vit hyggja nærri eftir teimum ymisku festivalunum og konsertdøgunum, sum verða í Føroyum í summar.
16-05-2024
LP plátan, "Men Guðs hond er sterk" við Hamferð, fær 10 av 10 stjørnum frá Ára Rouch og Hergeir Eldevig, sum hesaferð ummæla í Kvørnini, ið Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
04-04-2024
Skotsmál: 10 av 10 stjørnum frá Maluni Eyðunsdóttir og 09 av 10 stjørnum frá Elini Brimheim Heinesen.
21-03-2024