- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvørnin

Kvørnin: Trý føroysk jólaløg
11-12-2025
Ingmar Berg Mikkelsen og Birgar Larsen ummæla tríggjar nýggjar føroyskar jólasangir. Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
Jólasangirnir, ið verða ummældir, eru:
"Nú hoppa og skroppa allar nissur", Malan Eyðunsdóttir. Orð og lag: Mourits Mohr Joensen.
"Kongur føddur er", Jórun Pólsdóttir og Lanterna. Orð og lag: Jórun Pólsdóttir.
"Jól saman við tær", Dan Olsen. Orð og lag: Dan Olsen

Kvørnin
Í Kvørnini verða føroyskar tónleikaútgávur ummældar.
Í útvarpsstovuni eru vanliga tvey tónleikaáhugað fólk saman við vertinum Eyðfinn Jensen.
Fyritreyt fyri at ummæla í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.
Malan Eyðunsdóttir og Ingmar Berg Mikkelsen ummæla EP'ina "It's Been a While" við Jazzygold í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
25-09-2025
"Livandi, kensluborið og friðsælt" verður sagt um "Seinferð", ið er tann fyrsta plátan hjá Leu Kampmann á føroyskum máli. Birgar Larsen og Malan Eyðunsdóttir eru ummælarar.
18-09-2025
"Skull-Sized Kingdom" við Lyon Hansen verður ummæld av Ára Rouch og Ingmar Berg Mikkelsen í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
11-09-2025
"Tann føroyski mentannararvurin í tungmálmshami" og "Hamrandi djúpt dun" eru yvirskriftirnar hjá ummælarunum.
05-09-2025
Vit hyggja nærri eftir teimum ymisku festivalunum og konsertdøgunum, sum verða í Føroyum í summar.
16-05-2024
LP plátan, "Men Guðs hond er sterk" við Hamferð, fær 10 av 10 stjørnum frá Ára Rouch og Hergeir Eldevig, sum hesaferð ummæla í Kvørnini, ið Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
04-04-2024
Skotsmál: 10 av 10 stjørnum frá Maluni Eyðunsdóttir og 09 av 10 stjørnum frá Elini Brimheim Heinesen.
21-03-2024
Ári Rouch og Ingmar Mikkelsen eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen keggur til rættis.
07-03-2024
Mánadagin varð tíðindafundur í Norðurlandahúsinum, har arbeiðsnevndin hjá FMA legði framm ymiskar broytingar í virðislønum og kunngjørdi tey, ið eru tilnevnd .
23-02-2024
"Sig mær okkurt skeivt" eitur fyrsta fløgan við rokkbólkinum Adrenaline.
15-02-2024
Stakløgini, ið verða ummæld, eru: "Romeo" við Beinir, "Brestis kvæði! við Xperiment og "I Need Your Love" við janus Wiberg.
08-02-2024
Stakløgini, ið verða ummæld, eru: "Allarbesti” við SAKARIS, “Telji upp í hundrað” við Leu Kampmann og “Allan Day” við DJ Fretsting.
01-02-2024









