- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvørnin

Ódnin og ljósið: "Krystalklár rødd stoypir føroyskt nordic noir í elektriskum myrkri", er yvirskriftin til ummælið hjá Regini Toftegaard.
"Í ævir" er heitið á fyrstu heildarútgávuni við Elinborg. Á plátuni eru átta sangir á føroyskum máli og tvey ljóðførisløg, sum Elinborg Pálsdóttir hevur skrivað.
Per I. Højgaard Petersen hevur framleitt tónleikin, og Eivør Pálsdóttir hevur útsett og framleitt songrøddirnar.
Jens L. Thomsen hevur ljóðblandað sangirnar í Rúm44, og Robin Schmidt hevur frumbandað útgávuna í 24-96 Mastering.
Tónleikarar á plátuni, eru: Elinborg Pálsdóttir, Per Ingvaldur Højgaard Petersen, Tróndur Bogason, Jens L. Thomsen, Jan Rúni Poulsen og Heðin Ziska Davidsen.
Skotsmál:
9/10 stjørnum: Regin Toftegaard
9/10 stjørnum: Ári Rouch
Eyðfinn Jensen leggur til rættis.

Kvørnin
Í Kvørnini verða føroyskar tónleikaútgávur ummældar.
Í útvarpsstovuni eru vanliga tvey tónleikaáhugað fólk saman við vertinum Eyðfinn Jensen.
Fyritreyt fyri at ummæla í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.











