Kvørnin

Kvørnin: "Unicorn", Ester Skála
23-10-2025
"Ljósareyður poppur við svørtum rondum" sigur Regin Toftegaard, meðan Ingmar Berg Mikkelsen kallar hana "eina ljósareyða pinku-heimstjørnu". Eyðfinn Jensen leggur til rættis.

"Unicorn" er fyrsta LP útgávan við Ester Skála.  

Ester hevur sjálv skriva tekstirnar og gjørt tey sjey løgini á útgávuni, sum Kristoffur Mørkøre hevur tikið upp, framleitt og ljóðblandað. 

Í tíðindaskrivi verður boða frá, at innihaldið á plátuni er “søtt og pink”, og snýr seg um kenslur og lívsins viðurskifti, alt frá kærleika til hjartasorg, ið verða lýst í einum dreymakendum dæmi. 

Plátufelagið Tutl hevur givið "Unicorn" út á LP plátu og á stroymitænastum. 

 

Skotsmál:

9/10 stjørnum: Regin Toftegaard

7/10 stjørnum: Ingmar Berg Mikkelsen

 

Eyðfinn Jensen leggur til rættis.

Kvørnin

Í Kvørnini verða føroyskar tónleikaútgávur ummældar.

Í útvarpsstovuni eru vanliga tvey tónleikaáhugað fólk saman við vertinum Eyðfinn Jensen.

Fyritreyt fyri at ummæla í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.

EP'in "The End or Beginning of Us" við Beinir, verður ummæld av Holgar Johannesen og Regin Toftegaard í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
11-06-2026
"Heliumstónleikur" og "Rúmdar-tónleika-sveisara-knívurin frá Ali Express" eru yvirksriftirnar hjá Páll Oddi Rubbeksen og Birgari Larsen, ummælarum. Eyðfinn Jensen er vertur.
04-06-2026
"Tónleikarar, sum bløða", er yvirkriftin hjá Páll Oddi Rubbeksen, sum ummælir "Ókendir" saman við Regini Toftegaard í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
28-05-2026
Fyrsta heildarútgávan við Gretu Svabo bech verður ummæld av Ára Rouch og Hergeir Eldevig í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
21-05-2026
"Eitt lýriskt og musikalskt meistaraverk" sigur Regin Toftegaard, sum ummælir heildarútgávuna saman við Holgar Johannesen. Eyðfinn Jensen er vertur.
07-05-2026
Ári Rouch og Birgar Larsen ummæla stakløgini "90'ini" við Ronnie, "Mín sál er í góðum hondum" við Lenu anderssen og "Dreymaland" við Starlight. Eyðfinn Jensen er vertur.
30-04-2026
Sjálvnevnda frum útgávan "Wolfgang" verður ummæld av Páll Oddur Rubbeksen og Hergeir Eldevig. Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
23-04-2026
Stakløgini "Sig mær" við Tøgn, "Suffer In Silence" við Ingibjørg Hansen og "Pápi" við Anton Liljedahl verða ummæld av Ára Rouch og Holgar Johannesen. Eyðfinn Jensen er vertur.
16-04-2026
Hergeir Eldevig og Páll Oddur Rubbeksen ummæla trý stakløg í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
09-04-2026
Ári Rouch og Regin Toftegaard ummæla debut EPðina "ÓJÓ" við Tunghoyrt í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
26-02-2026
"Litríkt ókrút" og "12 skuggar av gráum" eru yvirksiftirnar hjá Páll Oddi Rubbeksen og Ára Rouch, ið geva "Monochrome" 9 av 10 stjørnum. Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
12-02-2026
Hergeir Eldevig og Birgar Larsen eru ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
05-02-2026