Hiit

Eitt lesarabræv til fleiri lesarabrøv
15-08-2023
P65
Er Norðurlandahúsið eitt mentanarhús ella ein pornoklubbur fyri børn? Tað bleiv viðgjørt í dagsins parti.

Tíðliga á kvøldinum, 13. august 2023, kom eitt lesarabræv út á Vágaportalin, sum síðani tá hevur fingið nógv eygu á seg. Nærri midnátt á sama degi var lesarabrævið deilt á Facebook-síðuni hjá Steffan Klein Poulsen, tinglimur hjá Miðflokkinum, har hann takkar rithøvundan av lesarabrævinum.

Tað fekk kavabóltin á rull. Faroe Islands Minority film festival, LGBT Føroyar og Norðulandahúsið fingu øll sentralar leiklutir í málinum, og vit prátaðu tí við Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum, Nadiu Abrahamsen, sum er ein av stigtakarunum til FIMFF, og Gunn Hernes, stjóra í Norðulandahúsinum, um málið. 

Men alt var ikki bara seriøst. Svend ringdi sjálvandi til ein politikkara og fekk sær eitt gott prát og ikki minst eitt sangynski. 

Vertir í dag eru Heri Wang Danielsen og Petur Sigurð í Króki

Hiit

Hiit er summarið í tínum útvarpi. Ein tími proppaður við góðum stemningi, áhugaverdum evnum, stuttligum innsløgum, spennandi gestum og feel good tónleiki. Hvønn gerandisdag klokkan 16. Tað er ungdómstoyið hjá Kringvarpinum, Biit, sum ger sendingarar. 
Dania O. Tausen hevur givið út nýggja plátu og Summarfestivalurin er í nánd
02-08-2023
Hvussu vítt fevnir talufrælsi?
01-08-2023
Hvør sleppur at sita við AUX, tá ið vit fara biltúr?
31-07-2023
"Tað er einaferð um árið, at ólavsøka er"
28-07-2023
Bárður er farin við einum sendara á Faroe Pride 2023, meðan Marianna og Rannvør fara báttúr
27-07-2023
Vit práta um at vera lisarlig í Nólsoy og rúsdrekka
26-07-2023
Hosubond, føroysk søga og fyriklæðir úr dúkum
25-07-2023
Fer "Latch" hjá Disclosure beint í trussurnar?
24-07-2023
Lukas Graham, Carpark North, TeleMama, Gilli og nógv onnur
22-07-2023
"Eg má til alt. Um ikki, so fái eg FOMO."
21-07-2023
Proteindrykkur, Utøya og fótbóltur
20-07-2023
Er tað ikki bara vanlig mánasjúka?
19-07-2023