Hiit

Tórsfest, TeleMama og Liv Lívið
21-07-2023
P45
"Eg má til alt. Um ikki, so fái eg FOMO."

Í sendingini tosa vit um Tórsfest, við TeleMama, sum hava útgivið eitt nýtt staklag og skulu spæla á árins Tórsfest, og við formannin í Liv Lívið.

 

Summi kenna seg aftur í, at skula til so nógv, sum yvirhøvur gjørligt um summarið, nú festivalar og onnur tiltøk eru. Tvær, ið kenna seg aftur í tí eru Sandra Maria Kimsdóttir og Lóa Hansen. Tær práta um summarið í Føroyum og Tórsfest.

 

Eitt nýtt lag er komið frá TeleMama. Lagið eitur "Hindsight", og verður at hoyra á Tórfest, har teir fara at spæla komandi leygarkvøld.

 

"Liv lívið rúsfrítt - Liv lívið og fá alt við", sigur Liv Lívið felagsskapurin.

Hans Terje Vestergaard, formaður, vitjar útvarpsstovuna í dag og greiðir frá Liv Lívið, sum er ein fastur partur av summartiltøkunum í Føroyum.

 

 

Vertir eru Eyðfinn Bogason Lamhauge, David Thomassen og Marianna Winter Nagata.

Hiit

Hiit er summarið í tínum útvarpi. Ein tími proppaður við góðum stemningi, áhugaverdum evnum, stuttligum innsløgum, spennandi gestum og feel good tónleiki. Hvønn gerandisdag klokkan 16.

Tað er ungdómstoyið hjá Kringvarpinum, Biit, sum ger sendingarar. 

Hvat er títt besta dansiminni?
18-07-2023
Hvør sleppur at sita við AUX næstu ferð?
17-07-2023
Brimheim, Annika Hoydal, Silent Disco, RSP og nógv onnur
15-07-2023
Byrta, 200, Hogni, Sakaris og nógv onnur
14-07-2023
Fyrsti dagur á G!
13-07-2023
Reyvheart, tá ið bookarir booka seg at spæla á einum festivali og G! skráin
12-07-2023
Hvat kann mann spæla í útvarpinum?
12-07-2023
"Hetta havi eg ongantíð hoyrt fyrr"
09-07-2023
Vit eru farin oman í miðbýin í Havn, har Skrapt festivalurin er
07-07-2023
Hiit hevur verið úti og spælt padel. Festival, øl og gott lag, hvat er mest umráðandi? Eisni vitjar Tjóðhild Patursson í samband við nýggja matstaði á reyni, Ástaklokkan.
06-07-2023
Vit tosa við Steingrím í RSP, Hans Jacob Kollslíð ummælir RSP og vit vitja Listaskálan
05-07-2023
Hiit hevur eksklusiva samrøðu við Paul Watson
04-07-2023