Hiit

Tvey sløg av fyribyrging í senn
19-07-2023
P43
Er tað ikki bara vanlig mánasjúka?

Bárður og David eru í góðum lag og brúka Rannvør sum skjótiskivu í dagsins sending. Men summi siga, at mann argar tey, mann elskar - ikki so?

 

"Eg brúki tvey sløg av fyribyrging, fyri at minka um pínu: Mini-pillarar og spiral."

Ein onnur, sum eisini hevur verið eitt slag av skjótiskivu, er listakvinnan Mia H. Smith. Hon hevur kronisku sjúkuna, Endometriosa, og greiðir í dag frá, hvussu tað er at liva við henni, avleiðingarnar, og hvussu hon nýtir hana í listini hjá sær.

 

Vertir eru Bárður Petersen, David Thomassen og Rannvør Fríða Eyðunsdóttir

 

 

Hiit

Hiit er summarið í tínum útvarpi. Ein tími proppaður við góðum stemningi, áhugaverdum evnum, stuttligum innsløgum, spennandi gestum og feel good tónleiki. Hvønn gerandisdag klokkan 16.

Tað er ungdómstoyið hjá Kringvarpinum, Biit, sum ger sendingarar. 

Vit kick-starta summarið í útvarpinum við góðum práti og tónleiki
03-07-2023
Eitt, ið ger meira og meira um seg, er føroyski maturin og matmentanin, og av tí sama var hetta tað, ið parturin hesaferð var um.
19-08-2022
Parturin í dag er heldur tungur tí tosað var um neiligar upplivingar á miðnámi Hiit í dag var um neiligar upplivingar á miðnámi
12-08-2022
Í eini roynd at lýsa matmentan hava Hiit tvey matinnsløg við tveimum mótsetningum: vínsmakking við einum sommelier og eitt ummæli av einum fronskum hotdoggi í Aktiv
11-08-2022
Í hesum partinum práta gestinir um klassiskan tónleik, óhoyrdan tónleik, og spurningin: Hvat er ein góð konsert?
10-08-2022
SvínaCon, GameJam Føroya og ávirkanin av telduspølum verða viðgjørd í dagsins parti
09-08-2022
Summarfestivalur er og Hiit setur alla tíðina av til festivalin í Klaksvík
05-08-2022
Summarfestivalur er og Hiit setur alla tíðina av til festivalin í Klaksvík
04-08-2022
Føroyskur tónleikur, ungdómsmentan, brasilianskt jiu-jitsu og eitt sindur av føroyskum rappi merkja dagsins part
03-08-2022
Ung, útbúgving og so ein nýggj kapping merktu henda partin av Hiit
02-08-2022
Hiit var á Pride og hevði gestir í studio til at umrøða stóra tiltakið hjá LGBT+
28-07-2022
Sex, sexualundirvísing, reyða kuffertið, parterapi og so seinasta umfar av tónleikakappingini eru í hesum partinum av Hiit
27-07-2022