- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gentuvesið

Við okkum teir báðar veitslukendu tímarnar vóru sjálvandi nakrir fantastiskir gestavertir: Anna Sofía Skoradal, Bjarni Kárason Petersen, Sjúrður Skaale, Heri Wang Danielsen og Bárður Dal Christiansen, ið øll vóru í góðum hýri, flentu og loystu tvístøður.
Hvussu mundu tey ráðgeva eini gentu, ið fekk ein óbodnan gest í sítt nýggjársball, ið einans var ætlað innbodnum vinfólki? Og nær er mann eitt reikandi reytt flagg?
Hesum (og meira við) dugdu dugnaligu gestavertirnir at svara!
Hevur tú hug at endurliva nýggjársaftan 2024/25? Ella bara brúk fyri eitt sindur av floytublástri og kransakøku? So er hesin parturin til tín!

Gentuvesið
Gentuvesið er staðið, har vit venda lívsins ivamálum, verða klókari og hava tað stuttligt.