Gentuvesið

Ein suðuroyingur og ein rokkari á Gentuvesinum
14-12-2022
P67
Vermamma tín dugir líka væl at matgera, sum hundar duga at flúgva - men hóast hetta, blandar hon seg altíð upp í matgerðina hjá tær jólaaftan. Hvat ger mann so?

Hesa ferð vóru tey bæði Benjamin Petersen úr Son of Fortune og Steintóra Erhardsdóttir, prestur, gestavertir hjá okkum.

Tey bæði skuldu taka støðu til tríkantsplanleggingar, hjúnarskilnaðarjól, kærleiks-buldur í einum vinarbólki og vánaliga matgerð.

Nógv spennandi ráð og góðar loysnir høvdu tey at bjóða, men kanska hevur tú onkrar aðrar tankar um tvístøðurnar eisini.

Gentuvesið

Gentuvesið er staðið, har vit venda lívsins ivamálum, verða klókari og hava tað stuttligt.

Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og Annika Dalsgaard eru vertir.
19-01-2026
Ein forliptur drongur, harðskapur, sjálvkærleiki og hjartasorg
02-09-2025
Í parlagi fyri fyrstu ferð, rok í flokkinum, sjeikur ið fylgir øðrum gentum á Instagram og seksualitetur.
01-09-2025
Í hesum partinum hendi okkurt serligt. Vit sendu beinleiðis, meðan vit hildu nýggjár á Gentuvesinum
31-12-2024
Vit rópa "hurra" og hátíðarhalda, at hetta er partur nummar 100
09-08-2024
Vit eru aftur og klárar at tosa um "flirting", ótrúskap og nógv annað
02-08-2024
Við nýggja árinum fylgja nýggjar vónir og nýggjar ætlanir, eitt nú mál um at venja meira
09-01-2024
Tað er fyrsti týsdagur í 2024 og Gentuvesið hevur verið og heilsað uppá í tykkara útvørpum.
07-01-2024
Hava tit saknað okkum? Tí vit hava saknað tykkum!
06-10-2023
Ein steðgur hevur verið, men nú eru vit aftur við eini veiting av nýggjum, frískum tvístøðum, til tykkara svongu oyru!
01-09-2023
Gentuvesið hevur gjøgnum útvarpið beinleiðis vitjað tykkara stovur, bilar, skipskantinur og alt møguligt annað hvønn mikudag í langa tíð - men hvat sker nú?
28-06-2023
Skal mann fara frá damuni, sum mann hevur verið saman við í fimm ár, tí mann hevur møtt einari, sum er dreymakvinnan? Og fer man til leiðsluna, tá ið ein lærari er keðiligur?
21-06-2023