Breddin

Breddin: Fíggjarlógin og haldføri
18-12-2025
Politiskir viðmerkjarar, politikarar og búskapar- og samfelagsfrøðingar eru í sendingini

Í dag er fíggjarlógin fyri 2026 til triðju og endaligu viðgerð í løgtinginum.

Ein fíggjarlóg, sum er komin aftur úr fíggjarnevndini við einum munandi størri undirskoti, enn lagt var upp til, tá landsstýrið legði uppskotið fram síðst í september.

Tá var hallið mett til 173 milliónir krónur. Nú er tað hækkað upp í 263 milliónir krónur.

Samgongan sigur, at kósin verður hildin, og at fíggjarlógin er haldfør í longdini. Men er hon tað - við einum halli upp á 263 milliónir krónur?

Tað kjakast vit um í dag saman við politiskum viðmerkjarum, búskapar- og samfelagsfrøðingum og politikarum, nú fíggjarlógin fyri 2026 skal avgreiðast í dag.

Gestir: Ragnar Árnason Joensen, Johnny í Grótinum, Eyðgunn Samuelsen, Beinta Løwe og Árni Gregersen.

Vertir: Katrin Johannesen og Sigurjón Einarsson.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

Broytingar í miðlastuðlinum og ávirkanin hjá vitlíki á bókmentirnar eru evnini í Breddanum.
13-11-2026
Nýggja talgilda skipanin Kervi+ verður so líðandi tikin í nýtslu í føroysku skúlunum. Men ikki øll eru fegin um skipanina, sum hevur elvt til ónøgd og kjak á sosialu miðlunum
12-11-2026
Kann ein fyritøka gerast ov stór til, at myndugleikarnir tora at ganga ímóti henni?
10-11-2026
Vit tosa við umboð fyri vinnu og myndugleikar, og í suðurkoreanska høvuðsstaðnum Seoul hava vit hitt ein fiskakeypara, sum hevur vitjað í Føroyum
06-11-2026
Beinir Johannesen, løgmaður, og Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum svara spurningum. Vit varpa eisini ljós á miðskeiðisvalið í USA
05-11-2026
- Hvat gera teir báðir politisku flokkarnir í USA at fyrireika seg til næsta forsetaval, nú miðskeiðisvalið hevur verið?
05-11-2026
Skiftir kongressin lit, og verður blá, verður tað ikki so lætt hjá Donaldi Trump, forseta, at fremja sín politikk í verki
03-11-2026
Tvey evni eru í sendingini í dag
30-10-2026
Vit tosa við kvinnu, sum hevur verið rúsfrí í 14 ár. Vit tosa eisini við landsstýrismannin í uttanríkis- og fiskivinnumálum um telefonsamrøðuna millum Støre, Stubb og Putin.
29-10-2026
Breddin viðger fyrsta tjóðartingsvalið í Ísrael eftir álopið 7. oktober í 2023, og skulu Føroyar hava fullan limaskap í Norðurlandaráðnum, verður spurt í sendingini.
27-10-2026
Hóast ætlanir vóru um fimm vindmyllulundir í fimm ár, er eingin vindmylla komin upp aftrat. Tað er steðgað upp í kærum og kanningum
23-10-2026
Tvey fyrrverandi landsstýrisfólk í uttanríkismálum kjakast í útvarpsstovuni
22-10-2026