- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin

Tíðin, tá fólk hildu, at fólkaræðilig lond fóru at verða verandi fólkaræðilig, er farin. Tað vísa nýggjar kanningar í øllum Evropa.
Eisini í Danmark - har fólkaræði hevur verið í hásæti - er henda stýrisskipanin, sum tey flestu hava sett sítt álit á, skirvisligari, enn hildið.
Tað sigur professari í stjórnmálafrøði.
Saman við 200 øðrum granskarum, er David Hopmann partur av nýggjari danskari kanning, sum er tann størsta av sínum slag í nýggjari tíð.
Í sendingini í dag tosa vit við professaran um tey fyrstu úrslitini.
Vit spyrja eisini, hvat bagir fólkaræðinum? Beinta Løwe og Regin Berg, stjórnmálafrøðingar, vera í útvarpsstovuni.
Við í sendingini: David Hopmann, Beinta Løwe og Regin Berg.
Gjørt sendingina: Hansa Hansen og Birgit Carina Eliasen, sum var redaktørur.
Tøkningur: Kári Annand Berg.

Breddin
Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.