Breddin

Hvussu fáa vit meira burturúr ferðavinnuni?
27-05-2025
Lønsemið í ferðavinnuni er ikki nóg gott, heldur formaðurin í Búskaparráðnum

Ferðavinnan á Føroyum hevur verið fyri stórum vøkstri seinastu árini, og í fjør setti ferðavinnan í Føroyum met, tí tá rakk samlaða virðið á útflutningi í vinnuni eina góða milliard krónur.
Virðisøkingin, brutto, varð 370 milliónir krónur í 2024, samanborið við 349 milliónir í 2023.


Men formaðurin í Búskaparráðnum heldur, at hóast íløgur eru gjørdar í ferðavinnuna seinastu árini, so er lønsemið ikki nóg gott.

Í Breddanum spyrja vit hvussu vit fáa meira burturúr hvørjum ferðafólki - uttan at missa tað, sum ger Føroyar serligar?
Hvussu skipa vit ferðavinnuna so landið fær sum mest burturúr?
Sirið Stenberg og Gurðið Højgaard

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

Í dag er fyrsti Breddin síðani løgtingsvalið 26 mars - og hann fer sjálvandi at snúgva seg um breiðu ABC samgonguna, sum í gjár, gjørdist veruleiki.
14-04-2026
Umboð fyri ungmannafeløgini vóru í útvarpsstovuni at siga sína hugsan um, hvat tey halda eru týdningarmestu málini
27-02-2026
Helgi Eidesgaard, søgufrøðingur, fer at greiða frá søguni um sambandið millum fakfeløg og politiskar flokkar, og Jóhann Lützen og Árni Gregersen greina politisku støðuna
26-02-2026
Viðmerkjarar greina politisku støðuna eftir tingfundin í gjár, og vit hyggja eisini at greiningini hjá Deloitte um føroyska bústaðarmarknaðin
24-02-2026
Tað, sum byrjaði sum ein skrásettur felagsskapur, hevur ment seg til eitt víðfevnt kjak um trúarfrælsi, trygd, fremmandafígging
20-02-2026
Hóttanir fjaldar á netinum. Tað snýr seg um at órógva samfeløg, raka kritiska undirstøðukervið og fyritøkur
19-02-2026
Eftir trygdarráðstevnan í München er spurningurin, um vit eru á veg inn í eina nýggja og ótryggari tíð, har ongin veruligur leiðari er, verður spurt í sendingini í dag
19-02-2026
Í sendingini í dag spyrja vit, um vit kunnu líta á amerikanskar tøknirísar, ella um tíðin er komin til at venda amerikanskari tøkni bakið
13-02-2026
Summi halda, at útlendingalógin skal herðast, onnur halda, at lógin skal gerast smidligari, og uppaftur onnur halda bæði í senn
12-02-2026
Tvey evni eru í sendingini í dag
10-02-2026
Fer Evropa at flyta seg ímóti at vera meira sum eitt ríki,verður spurt í sendingini í dag
06-02-2026
Ungdómstingið hevur samtykt uppskot um aldursmark á sosialar miðlar og snildfonir, og í sendingini verður kjak millum ungdómstinglimir
05-02-2026