Breddin

Breddin: Eurovision politiskur víðvøllur ella friðarverkætlan
22-05-2025
Eurovision byrjaði í 1956 sum ein mentanarlig friðarverkætlan og kom í kjalarvørrinum av seinna heimsbardaga. Rusland varð tveitt út í 2022 - men Ísrael er enn við.


Ársins Eurovision er júst farið aftur um bak og meðan seinastu atkvøðurnar vórðu taldar upp leygarkvøldið var stóra ivamálið um tað fór at vera Ísrael ella Eysturríki, sum fór avstað við sigrinum.
Mótmælir hava verið móti at ísrael er við, men tá avtornaði fekk landið dyggan stuðul frá hyggjarunum.
Eurovision byrjaði í 1956 sum ein mentanarlig friðarverkætlan og kom í kjalarvørrinum av seinna heimsbardaga.
Ein tónleikakapping, har lond kunnu koma saman og kappast um at vera besta sangtjóðin - heldur enn at stríðast á vígvøllinum.
Í áratíggju hevur Eurovision verið ein pallur fyri felagsskapi og inklusjón - men eisini fyri spenningi, mótmælum og øðrum umstríddum evnum.
Í dag spyrja vit, um Eurovision framvegis er ein friðarverkætlan - ella er hon vorðin ein vígvøllur fyri virðum og geopolitikki?
Og skulu vit boykotta lond sum Ísrael og Russland, tá teirra stjórnir bróta altjóða normar og menniskjarættindi? Ella skal tónleikurin framvegis sleppa at sameina okkum tvørtur um landamørk?
Tað spyrja vit um í Breddanum í dag. Gestir eru Knút Háberg Eysturstein og Gunnar Nóløse
 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

Í sendingini í dag spyrja vit, um vit kunnu líta á amerikanskar tøknirísar, ella um tíðin er komin til at venda amerikanskari tøkni bakið
13-02-2026
Summi halda, at útlendingalógin skal herðast, onnur halda, at lógin skal gerast smidligari, og uppaftur onnur halda bæði í senn
12-02-2026
Tvey evni eru í sendingini í dag
10-02-2026
Fer Evropa at flyta seg ímóti at vera meira sum eitt ríki,verður spurt í sendingini í dag
06-02-2026
Ungdómstingið hevur samtykt uppskot um aldursmark á sosialar miðlar og snildfonir, og í sendingini verður kjak millum ungdómstinglimir
05-02-2026
Ein stórur meiriluti í uttanrikisnevndini hjá ES biður nú ES-stovnar arbeiða fyri norskum, íslendskum og grønlendskum limaskapi. Men hvussu við føroyskum limaskapi í ES?
03-02-2026
Útlendingar við útbúgving og førleikum siga seg vera fastlæstar í snarskipanini, tí tey sleppa ikki víðari
30-01-2026
Hvat hendir, tá sálarliga samrøðan flytur frá menniskjum til algoritmur? Og hvør eigur ábyrgdina?
29-01-2026
Í sendingini í dag varpa vit ljós á amerikansku marknaløgregluna ICE, sum higartil hevur dripið tvey fólk í Minneapolis
27-01-2026
Nýggjur flokkur leggur seg út í valstríðið í Bretlandi
23-01-2026
Revsitiltøk, tollur, revsitollur og handilskríggj - hvat eru hetta fyri hugtøk, og hvussu ávirka tey búskapin í londunum kring okkum, verður spurt í sendingini
22-01-2026
Í 2022 var talið av húskjum, við einum einsamøllum vaksnum fólki, 4.744, og seinastu árini er talið vaksið hvørt ár
20-01-2026