Sendirøðin "Kanst tú siga farvæl?" er grundað á hagtøl frá Hagstovuni um fráflyting. Í hesum poddvarpinum fara vit aftur um hagtølini, sum vísa, at bara helvtin av øllum føroyingum, sum fara uttanlands at lesa, flyta heimaftur. Lagt til rættis: Elin Mirjamsdóttir / Ljóð: Rúni Eysturlíð
Orðaval er sending, ið viðger føroyskt mál á ymiskan hátt. Skiftandi málkøn fólk gera sendingina saman við vertinum. Øssur Egholm leggur til rættis.
Hvørji rák mynda føroyska samfelagið og heimin í dag, og hvat merkir tað fyri samfelagið og hin einstaka? Í fimm sendingum viðgera og umrøða vit nøkur tíðarrák, sum onkursvegna eyðkenna okkara samtíð.
Kvæðasending í útvarpinum við skiftandi gestum. Elin Maria Olsen leggur til rættis.
Ljós verður varpað á lív og menniskju, teg og meg, etikk, filosofi og moral, kirkjur og samkomur, átrúnað her og úti, og prát við menniskju. Vertur: Armgarð Arge
Forvitnið er drívmegin, tá Tórður Mikkelsen er við mikrofonini og vitjar bygdir, býir, grannaløg, støð og fólk kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki.
Í trimum partum verður hugt nærri eftir bústaðarviðurskiftunum hjá føroyingum. Hví er tað so dýrt at búgva í Føroyum? Passar tað, at øll vilja eiga egin sethús? Hvussu vilja vit búgva í framtíðini, og er pláss fyri okkum øllum?
Sending, har vit skifta orð um føroyskan fótbólt. Tróndur Arge og Oddbjørn Joensen eru serfrøðingar. Vertur er Tróndur Vatnhamar
Leiklistakvinnurnar Ria Tórgarð og Súsanna Tórgarð arbeiða og hava arbeitt við so at siga flestu starvstøðum í einum leikhúsi.
So er Plátubarrin aftur á skránni leygarkvøld, og hesaferð var "Perfect Strangers" hjá Deep Purple temaplátan.
Dreymasavnið er poddvarp um dreymar og dreymatýðing. Eitt djúpt og stuttligt innlit í menniskju, tankar og kenslur.
Sending við andaligum tónleiki og skiftandi vertum.