- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dania O. Tausen, tónlistakvinna, gevur út sína aðru heildarútgávu, "ja/nei - og restin av vikuni", sum verður at fáa sum bæði pláta og fløga.
Nógv av listarliga arbeiðinum við at gera plátuna og fløguna lidna hevur Dania O. Tausen gjørt sjálv við hond.
Fríggjakvøldið hevur Dania O. Tausen stóra útgávukonsert í Norðurlandahúsinum við bólki, gestasangarum og kórinum Cantabile.
Men longu dagin eftir, leygardagin 16. september, vera hon og bólkur at hoyra í Tutl í Havn klokkan 15.
Leygarkvøldið klokkan 20 eru tey Blábar í Havn.
Og sunnukvøldið klokkan 19 í Listastovuni í Miðvági.
Tak niður
Tveir tímar við spikahamrandi feitum tónleiki.
Týskvøld klokkan 21, og so verður sendingin endursend hósdagar millum klokkan 13 og 15.
Sendingin er eisini á Facebook og Spotify.