Heiðrikur á Heygum er samvertur í sendingini í sambandi við, at hann 4. mars útgav plátuna "Heiðrik Sings The Björk Song Book" við jazzútsetingum av sangum hjá Björk
Íslendska Björk var stóra fyrimyndin hjá Heiðriki á Heygum undir uppvøkstrinum.
Björk og hennara tónleikur vístu Heiðriki, at tað var okey at vera øðrvísi og ikki ordiliga kenna seg passa inn í einum lítlum samfelag.
4. mars 2023 útgav Heiðrikur á Heygum plátuna "Heiðrik Sings The Björk Song Book".
10 jazzútsetingar av sangum eftir íslendsku Björk, ið eru eitt slag av takkarkvøðu til Björk og hennara tónleik fyri íblásturin.
Men plátan er eisini ein heilsan til lítla samkynda Heiðrik, ið sat og lurtaði eftir Björk, men annars kendi seg rættiliga fremmandan í egnum samfelagnum.