Kringvarp Føroya verður leitt av stýrinum, sum er ovasta leiðslan á stovninum. Stýrið hevur ábyrgdina av, at Kringvarpið virkar eftir ásetingunum í Kringvarpslógini og í øðrum fyriskipanum um virksemið á stovninum.
Eftir tilmæli stjórans staðfestir stýrið virksemi stovnsins sum heild og yvirskipaðu meginreglurnar fyri programmpolitikkin í fíggjarárinum, eins og stýrið skal góðkenna og hava eftirlit við stovnsins rakstrarætlan og roknskapi.
Kringvarpsstýrið verður valt fyri fýra ár í senn. Tað er landsstýrismaðurin í mentamálum, sum velur stýrið fyri Kringvarpið.
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
Rógvi Olavson, formaður
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, hevur sett Rógva Olavson sum formann í stýrinum fyri Kringvarpið. Rógvi Olavson tók við formanssessinum 1. mars 2023.
Rógvi er Ph.d. lesandi í politiskum vísindum á Fróðskaparsetri Føroya. Seinastu trý árini hevur hann staðið fyri skeiðnum ”Miðlar og politiskt samskifti” á Søgu- og samfelagsdeildini.
Hann hevur fyrr millum annað starvast sum journalistur í Kringvarpi Føroya, sum undirvísari á Fróðskaparsetri Føroya, og sum fulltrúi í Løgmansskrivstovuni. Harumframt hevur hann sitið sum limur í miðlastuðulsnevndini.
Útbúgving: MA Sociology (University of Aberdeen), MSc Culture and Society (London School of Economics), MSc Politisk kommunikation og ledelse (Copenhagen Business School).
Mathea Hilduberg, næstforkvinna
Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum hevur sett Matheu Hilduberg sum næstforkvinnu í stýrinum fyri Kringvarpið frá 1. mars 2023.
Mathea Hilduberg er leiðari í Vinnuframa. Hon hevur m.a. starvast í Bikuben í Keypmannahavn, Eik Banka og hjá Føroya Tele og hevur drúgvar royndir við nevndararbeiði í P/F Vágatunnilin, P/F Eysturoyar- og Sandoyartunnilin, Landsbanka Føroya og P/F Greengate Incoming.
Útbúgvingar: Cand. merc. frá Copenhagen Business School og fakjournalistur frá Danmarks Medie- og Journalisthøjskole.
Gunvá við Keldu, stýrislimur
Gunvá við Keldu er virkiseigari av Estra/Vasti í Gøtu og Grafia í Klaksvík.
Gunvá hevur verið býráðslimur í Klaksvíkar Býráði síðani 2005 og borgarstjóri í Klaksvík árini 2009-2012.
Útbúgving: Miðlagrafikari og Grafonom frá Danmarks Medie- og Journalisthøjskole.
Michael Koba, stýrislimur
Høgni Reistrup, stýrislimur
Annika Eidesgaard, stýrislimur
Finnur Koba, starvsfólkaumboð í stýrinum