Spælifilmurin "Dreymurin við havið" eftir Sakaris Stórá verður frumsýndur í heyst. Men í kvøld vísa vit brot úr filminum, eins og tosað verður við leikstjóran og teir báðar høvuðsleikararnar. Hvørja ábyrgd hevur politiska skipanin av, at tað verður framleidd list í samfelagnum? Og hvørjir karmar eru virðiligir og tryggir, at arbeiða undir sum listafólk, tá ið tú hevur list sum yrki? Landsstýriskvinnan í mentamálum Rigmor Dam sigur sína hugsan um hesar spurningarnar. Arnold Vegghamar fór herfyri um tey 80. Grindin vitjaði listamannin norðuri á Viðareiði. Upptøkur og klipt: Bjarni Árting Rubeksen. Lagt til rættis: Ivan Hentze Niclasen.