Hoyvíkingar upp um 50 mál ímóti eiðismonnum

Hoyvíkingar upp um 50 mál ímóti eiðismonnum
Burn-deildin: Menninir hjá H71 vunnu ikki minni enn 51-18 á EB í landskappingardysti í Hoyvíkshøllini, og VÍF fór avstað við øllum eftir spennandi dyst ímóti Kyndli í Havn
Mynd: Andrei Antal  
 
11.10.2026 - 18:23

Hoyvíkingar skoraðu eftir vild, tá EB vitjaði til landskappingardyst í Hoyvíkshøllini í dag.

H71 vann ikki minni enn 51-18, og góvu eiðismonnum harðasta lærupeningin higartil í bestu mansdeildini.

Brian Slyne skoraði 10 mál, Boas Ellefsen á Skipagøtu og Sofus í Selvindi Nattestad skutu sjey í part og Suni Dalsgaard og William Napoleon Djurhuus fingu seks mál hvør í stórsigrinum.

VÍF vann á Kyndli í Høllini á Hálsi. Vestmenningar vóru frammanfyri stóran part av dystinum, men heimaliðið spældi seg upp á javnt 30-30, tá fýra minuttir vóru eftir. Tá var VÍF kortini hvassari og vann 34-31.

Filip Jojic skeyt átta mál fyri VÍF, meðan Tobias Thisen var toppskjútti hjá Kyndli við 11 málum.

Í SMS-deildini vann H71 trygt 35-22 á EB. Tær í Hoyvík eru fremstar í deildini við 10 stigum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096