Triðja samtyktin um at enda kríggið í Iran

Triðja samtyktin um at enda kríggið í Iran
Tað er óhugsandi, at málið vinnur frama, tí Donald Trump, forseti, fer at brúka sýtingarrættin. Higartil hevur kriggið kostað USA 246 milliardir krónur
Hóast umboðsmannatingið fyri triðju ferð hevur samtykt, at USA skal enda kríggið móti Iran, fer Trump, forseti, helst at brúka sýtingarrættin móti samtyktini.
 
16.09.2026 - 08:16

Amerikanska umboðsmannatingið hevur fyri triðju ferð samtykt at enda kríggið í Iran.

220 atkvøður vóru fyri uppskotinum at enda kríggið og 204 atkvøddu ímóti.

Men hóast umboðsmannatingið, ið er undirhúsið í amerikonsku kongressini, vil hava ein enda á krígnum, er tað óhugsandi, at uppskotið vinnur frama.

Sambært AP-tíðindastovuni fer Donald Trump, forseti, at brúka sýtingarrættin ímóti uppskotinum.

Kríggið ímóti Iran byrjaði 28. februar, tá USA og Ísrael lupu á.

Longu í juni samtyktu limirnir í umboðsmannatinginum eitt uppskot um at enda kríggið, og tað gjørdu teir aftur í juli. 

Meginparturin av amerikanarum heldur, at kríggið í Iran er óneyðugt, skrivar AP-tíðindastovan.

 


Donald Trump. (Mynd: Mandel Ngan/AFP/Ritzau Scanpix)

 

Hevur kostað 246 milliardir

Kríggið móti Iran hevur kostað amerikanarum 246 milliardir krónur.

CBO, sum er óhefta skrivstovan í kongressini, ið viðger búskaparmál, hevur júst almannakunngjørt nýggjastu tølini fyri, hvussu nógvar pengar kríggið móti Iran hevur kostað higartil.

Tað hevur kostað 38 milliardir dollarar, sum svarar til 246 mia. í okkara pengum.

Sambært metingini hjá CBO, kann væntast, at kostnaðurin kann hækka tríggjar milliardir dollarar, stívliga 19 milliardir krónur um mánaðin, hereftir.

Økti kostnaðurin kemur av, at so nógv lóður verður brúkt, at tað tømir vápnagoymslurnar.

Óhefta skrivstovan í kongressini metir, at tað fer at taka upp í fimm ár at fylla goymslurnar aftur eftir kríggið, og tað fær CBO at stúra fyri, at USA megnar at standa ímóti øðrum vápnaðum kreppum, skrivar tíðindastovan Reuters.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595