- Tíðindi, mentan og ítróttur
Send í Skiftirættin
Send í Skiftirættin
Skrásetingin sendi í gjár Skiftirættinum 69 feløg til tvingsilavtøku

Skiftirætturin er hjá sorinskrivaranum.
16.09.2026 - 06:20
Skrásetingin sendi í gjár Skiftirættinum 69 feløg til tvingsilavtøku.
Tey eru 41 íverksetarafeløg, 27 smápartafeløg og eitt partafelag.
Síðst í august september høvdu 230 feløg framvegis ikki latið Skráseting Føroya ársfrásøgn fyri 2025.
Feløg, sum hava álmanakkaárið sum roknskaparár, skulu sambært roknskaparlógini lata ársfrásøgn inn í seinasta lagi 30. juni.
1. september boðaði Skrásetingin frá, at hon 15. september fór at senda feløg, sum ikki hava latið inn ársfrásøgn fyri 2025, í Skiftirættin til tvingsilavtøku.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























