Verjumálaráðharrin kunnað flokkarnar um russisku neyðrakettirnar

Verjumálaráðharrin kunnað flokkarnar um russisku neyðrakettirnar
Russiska fregattin var í altjóða sjógvi, og danska tyrlan hevði lógliga orsøk at vera har, sigur Jeppe Bruus
Jeppe Bruus, verjumálaráðharri, hevur kunnað flokkarnar á fólkatingi um hendingina, tá ein russisk fregatt skeyt neyðrakettir eftir einari danskari tyrlu.
Mynd: Sebastian Elias Uth/Ritzau Scanpix  
 
15.09.2026 - 12:20

Tað er ikki í lagi, at russar fara at senda neyðrakettir, tá ein donsk tyrla flýgur yvir einari fregatt hjá teimum og tekur myndir.

Tað sigur danski verjumálaráðharrin, Jeppe Bruus, við danska TV2, eftir kunningarfund í danska verjumálaráðnum fyrrapartin.

- Nei, tað er ikki sjálvsagt. Fregattin var í altjóða sjógvi. Tyrlan hevur eina heilt lógliga orsøk til eisini at vera har, segði hann.

Flokkarnir í fólkatinginum vórðu fyrrapartin kunnaðir um hendingina, tá ein russisk fregatt í gjár skeyt tvær neyðrakettir eftir einari tyrlu hjá donsku verjuni.

 

Vil elva til klandur

- Russland vil seta ilt í og elva til klandur. Svar okkara er at standa enn betur saman og styrkja verjuna í Danmark og Evropa.

Tað segði danski forsætisráðharrin, Metta Frederiksen, í morgun.

Í skrivligum boðum til Ritzau tíðindastovuna segði Metta Frederiksen seg ikki vera bilsna av hendingini.

- Hetta er partur av mynstrinum, vit síggja um alt Evropa. Eitt alt meira ágangandi og sjálvshevjandi Russland, sum hevur styrkt hybrid-kríggið móti Evropa, og sum støðugt bjóðar Nato av.

 


Metta Frederiksen, forsætisráðharri. (Mynd: Sebastian Elias Uth/Ritzau Scanpix)

 

Álvarslig hending

Danski verjumálaráðharrin, Jeppe Bruss, sigur talan vera um eina álvarsliga hending, sum verður tikin í størsta álvara.

- Hetta er, tað eg veit um, fyrstu ferð, vit síggja eina slíka hending, og hetta vísir, at russar eru farnir at hætta sær alt meira, sigur ráðharrin við danska TV2. 

Russiski sendimaðurin er eftir hendingina kallaður inn til samrøðu, sigur verjumálaráðharrin sambært Ritzau tíðindastovuni.

Tað var ígjár, at skotið varð við neyðrakettum eftir einari tyrlu hjá donsku verjuni við Gedser.

Russiska fregattin skeyt tvær neyðrakettir eftir tyrluni, og annað teirra fór tætt framvið henni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595