Óvissa um sendistovuna í London

Óvissa um sendistovuna í London
Føroyska sendikvinnan er komin heim, men ein starvslesandi er settur í starv á sendistovuni í nakrar mánaðir
Ógreitt er, hvussu verður við føroysku sendistovuni í London.
 
14.09.2026 - 09:12

Óvissa er um framtíðina hjá føroysku sendistovuni í London.

Føroyska sendikvinnan í London síðani 2001, Kate Sanderson, er komin heim, tí tíðarskeið hennara sum sendikvinna í bretska høvuðsstaðnum er av. 

Í Uttanríkis- og fiskimálaráðnum fæst einki at vita um, hvør verður settur - ella um nakar verður settur - sum nýtt sendifólk.

Tað einasta, sum Bárður Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, vildi siga, tá kringvarpið spurdi hann um tað í síðstu viku, var, at Kate Sanderson fyribils fer at røkja starvið úr Føroyum.

 


Kate Sanderson. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Starvslesandi settur

Fríggjadagin kunngjørdi føroyska sendistovan í London, at eitt fólk er sett í starv sum "student intern", tað er starvslesandi, á sendistovuni næstu fýra mánaðirnar. Viðkomandi byrjaði í starvinum 1.september.

Herálvur Joensen, aðalstjóri í Uttanríkis- og fiskimálaráðnum, hevur ongar viðmerkingar til framtíðina hjá sendistovuni - sum nú also onki sendifólk hevur í London, men kortini hevur sett ein starvslesandi í starv.

- Vit hava einki at leggja afturat tí, sum landsstýrismaðurin longu hevur sagt, sigur aðalstjórin.

Í valskránni til løgtingsvalið í mars segði Sambandsflokkurin, at sendistovur skulu leggjast saman. Og í dag er formaður floksins landsstýrismaður í uttanríkismálum við ábyrgd av sendistovunum.

Bárður Nielsen segði soleiðis við Norðlýsið, tá hann tók við sum landsstýrismaður í apríl:

 

14092026_Bardur

 

Men síðani hevur lítið og einki verið at hoyrt um at gera nakað við tær átta sendistovurnar, sum Føroyar hava í Keypmannahavn, Reykjavík, Brússel, Moskva, London, Beijing, Tel Aviv og Washington.

 


Bárður á Steig Nielsen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Kosta 33,5 milliónir

Í februar læt Landsgrannskoðanin úr hondum eina frágreiðing um sendistovur Føroya. Landsgrannskoðanin kundi ikki siga, um útreiðslurnar av sendistovunum standa mát við tað, sum kemur burturúr. Tað er ein politisk avgerða at hava sendistovur. Og tá avgerðin at seta á stovn sendistovu er tikin, er størsti parturin av útreiðslunum longu givin. Tað eru lønir og húsaleiga.

Landsgrannskoðanin spurdi Uttanríkismálaráðið - og svarið haðani var, at "sum heild standa útreiðslurnar hjá sendistovunum mát við tað, sum kemur burturúr."

Í fjør kostaðu føroysku sendistovurnar 33,5 milliónir krónur tilsamans.

Á fíggjarlógini fyri í ár eru játtaðar 4,3 milliónir krónur til føroysku sendistovuna í London.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595