80 ár síðani fólkaatkvøðuna

80 ár síðani fólkaatkvøðuna
Hóast loysingin ikki var framd í 1946, er nógv hent á fullveldisleið, sigur Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur
Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.09.2026 - 17:45

Í dag eru 80 ár síðani fólkaatkvøðuna í 1946, tá føroyingar skuldu taka støðu til framtíðarstøðu Føroya og sambandið við Danmark.

Úrslitið gjørdist søguligt.

48,7 prosent atkvøddu fyri loysing, meðan 47,2 prosent tóku undir við danska stjórnaruppskotinum. Munurin var bara 161 atkvøður.

Men danska stjórnin metti, at fólkaatkvøðan ber var vegleiðandi, og loysingin var ikki framd.

Í staðin fingu vit heimastýrislógina.

Tað kom óvart á nógv, at loysingin vann, sigur Hans Andrias Søvará, søgufrøðingur, sum var í morgunsendingini í morgun. 

 

Framvegis aktuelt

Spurningurin er framvegis aktuellur. 

Í einari nýggjari spyr.fo-kanning hjá Kringvarpinum varð millum annað spurt, um fólk ynskja loysing millum Føroyar og Danmark - orðað á sama hátt sum í 1946.

41 prosent svaraðu ja.

 

 

Men tá spurt varð meira ítøkiliga um framtíðarstøðuna, søgdu 30 prosent, at Føroyar skulu loysa frá Danmark.

13 prosent vildu varðveita verandi ríkisrættarligu støðu óbroytta.

 

 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

14092026_Folkaatkvodan_80_ar

 

Í sambandi 80 ára dagin fyri fólkaatkvøðuna, sendir sjónvarpið eina sending, sum var gjørd í 2016.

Í sendingini er søgan um tilgongdina, sum endaði við fólkaatkvøðuni 14. september 1946. 

Tepur meiriluti var fyri loysing.

Men stutt eftir fólkaatkvøðuna upploysti danski kongurin løgtingið og skrivaði út nýval í Føroyum.

Í sendingini eru millum annað Zakarias Wang, Hans Andrias Sølvará, Óli Breckmann, Pól á Kletti og Høgni Mohr.

Suni Merkistein og Jens Jákup Hansen løgdu til rættis.

Sendingin kemur klokkan átta.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595