Bakkafrost savnar kundar og samstarvsfelagar úr øllum heiminum

bannari
Bakkafrost savnar kundar og samstarvsfelagar úr øllum heiminum
Í dag og í morgin savnar Bakkafrost samstarvsfelagar og kundar úr øllum heiminum, í samband við afturvendandi tiltakið Bakkafrost Summit.
Mynd: Bjartur Sigmundarson  
 
08.09.2026 - 14:47

Umleið 150 kundar og samstarvsfelagar hjá Bakkafrosti úr øllum heiminum eru í Føroyum í hesum døgum, í sambandi við Bakkafrost Summit.

Bakkafrost Summit er eitt tiltak sum verður hildið annaðhvørt ár, og hevur til endamáls at geva gestunum  innlit í Bakkafrost, føroysku alivinnuna og arbeiðið gjøgnum alla virðisketuna – frá smolti til lidna vøru.

Fyrri parturin av skránni í dag var í Løkshøll, har framløgur vóru um støðuna á heimsmarknaðinum, útlitini fyri alivinnuna, og hvørjar raðfestingar verða týðandi komandi árini. Seinnapartin og í morgin vitja gestirnir á ymiskum virkiseindum, millum annað smoltstøðum, alibrúkum, sláturvirki og liðugvøruframleiðslu. Eisini verður høvi hjá gestunum at síggja meira av Føroyum.

Kundar gerast bergtiknir av Føroyum

"Kundar eru sum heild sera bergtiknir av Føroyum. Hava vit fyrst fingið kundarnar at á vitjan í Føroyum, so er 80% av arbeiðinum gjørt, tí Føroyar er so serstakar. Tá vit so knýta tað saman við at selja eina vøru, sum kemur hiðani, so riggar tað sera væl."

Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti.

Regin Jacobsen

Bakkafrost Summit er eitt høvi hjá fyritøkuni at styrkja samstarvið við kundar og samstarvsfelagar, og at vísa teimum, hvat liggur aftan fyri føroyska laksin og Bakkafrost sum felag.

Umboð úr 25 ymiskum londum kring heimin er komin til tiltakið.

 

25 lond eru umboðað á Bakkafrost Summit

 

Bjartur Sigmundarson var í Løkshøll fyrrapartin og fekk orðið á Regin Jacobsen

 

Bakkafrost_Summit

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595