Lættari hjá føroyingum at fáa heilivág til Danmarkar

Lættari hjá føroyingum at fáa heilivág til Danmarkar
Broytingin hevur serliga týdning fyri føroyskar sjúklingar, sum eru í Danmark í longri tíðarskeið
Eyðdis Hartmann Niclasen er landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.09.2026 - 11:28

Føroyingar, sum eru staddir í Danmark, kunnu nú fáa heilivág sendandi úr Føroyum til egna nýtslu. Eisini ber til at hava heilivág við sær til Danmarkar við flogfari ella skipi uttan avmarkingina á tríggjar mánaðir.

Broytingin hevur serliga týdning fyri føroyskar sjúklingar, sum eru í Danmark í longri tíðarskeið, eitt nú í sambandi við viðgerð. Um tørvur er á meira heilivági undir uppihaldinum, kunnu tey nú fáa heilivágin sendandi úr Føroyum. Hetta ger tað einfaldari og smidligari hjá sjúklingum og avvarðandi at tryggja, at sjúklingurin hevur tann heilivág, honum tørvar.

 

Markaforðing loyst

Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum, sigur, at hon fegnast um, at henda markaforðingin í ríkisfelagsskapinum er loyst. 

Nýggju donsku reglurnar komu í gildi 1. januar 2026.

Serligar avmarkingar eru framvegis galdandi fyri rúsandi og antibiotiskan heilivág. Í ávísum førum krevst loyvi frá danska heilivágsmyndugleikanum, Lægemiddelstyrelsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392