Óbúgvið uppskot um kunngerð

Óbúgvið uppskot um kunngerð
Kunngerðin um vinnubrøv til ávís vinnutól er ikki búgvin til at seta í gildi, siga arbeiðsgevarar
Vinnutól.
 
04.09.2026 - 07:00

Kunngerðin um vinnubrøv til ávís vinnutól er ikki búgvin til at seta í gildi.

Hon skal fyrst viðgerast vandaliga saman við vinnuni.

Arbeiðsgevarafelagið og Handverksmeistarafelagið taka undir við endamálinum um at tryggja, at fólk við førleikum arbeiða við vandamiklum vinnutólum.

Men uppskotið um kunngerð, sum landsstýrið hevur sent til hoyringar, er ikki búgvið.

Feløgini bæði mæla til at endurskoða uppskotið og síðani senda tað til nýggja hoyring.

Skipanin má til dømis vera lagað til føroyska arbeiðsmarkaðin, siga feløgini.

Hon má ikki skapa óneyðugan kostnað, óneyðuga umsiting ella forðingar fyri fyritøkur og lærlingar uttan ein samsvarandi trygdarvinning.

Í verandi líki eru ov nógv grundleggjandi viðurskifti ógreið, siga feløgini hjá arbeiðsgevarum í hoyringarsvari frá Vinnuhúsinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392