Lítið av toski, men nógv hýsa

Lítið av toski, men nógv hýsa
Jákup Sverri hevur gjørt yvirlitstrolingar
Yvirlitstrolingarnar hjá Jákup Sverra vísa, at lítið er at fáa av toski, men meira av hýsu.
 
04.09.2026 - 11:09

Sera lítið er at fáa av toski, men framvegis er nógv til av hýsu á føroyska landgrunninum.

Tað skrivar Havstovan.

Á árligu yvirlitstrolingini á føroyska landgrunninum hjá Jákupi Sverra, havrannsóknarskipinum í august vóru 200 hál á ein tíma tikin. 

Niðurstøðan er, at tað er lítið at fáa av toski í ár samanborið við onnur ár, og tað minsta, síðani yvirlitstrolingarnar byrjaðu í 1996. Toskurin var eisini rættiliga rak og át mest hvítingsbróður og krabbadjór, men nærum onga nebbasild.

Nøgdin av hýsu var minkandi, og hon var rættiliga rak í ár. Munandi partur av hýsuveiðuni var smáhýsa.

Nógv var at fáa av gulllaksi og svartkjafti, meðan nøgdin av upsa var áleið tann sama sum onnur ár.

Nøgdin av longu var framvegis lítil, og eisini var lítið at fáa av stórum kongafiski og trantkongafiski.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392