Tríggjar átalur í sambandi við flyting

Tríggjar átalur í sambandi við flyting
Tryggingareftirlitið hevur givið NordikLív tríggjar átalur og eini boð
NordikLív hevur tikið átalurnar til eftirtektar, skrivar Føroya banki.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.09.2026 - 07:12

Tryggingareftirlitið hevur givið NordikLív tríggjar átalur og eini boð.

Hetta er í sambandi við samstarv um persónstryggingar millum Føroya banka og tryggingarfelagið LÍV. 

Á sumri í 2024 avgjørdi Føroya Banki at fara undir samstarv um persónstryggingar við LÍV. 

Frammanundan hevði bankin í nógv ár havt samstarv við NordikLív um persónstryggingar.

NordikLív hevði danska felagið Forenede Gruppeliv sum undirveitara. 

Endamálið við samstarvinum við LÍV var at bjóða kundum bankans eina einfaldari loysn við einum føroyskum veitara.

Og samstundis varðveita somu dygd, tænastu og kappingarføru prísir sum áður, skrivar Føroya banki.

Nýggja avtalan gjørdi, at allir kundar bankans, sum høvdu avtalu um persónstryggingar, skuldu flytast úr verandi avtalum við NordikLív, yvir í nýggjar avtalur hjá LÍV.

 

Ómakaleyst

Roynt varð at gera hesa flyting so smidliga og ómakaleysa fyri kundarnar sum gjørligt, skrivar Føroya banki.

Men í tilgongdini vórðu nøkur viðurskifti ikki heilt rætt handfarin.

Tryggingareftirlitið finst at kunningini, sum kundarnir fingu í sambandi við flytingina. 

NordikLív hevur tikið átalurnar til eftirtektar, skrivar Føroya banki.

Bankin skrivar, at eingin kundi hevur verið fyri missi, eingin hevur klagað ella mótmælt.

Allir kundar fáa komandi vikurnar kunningarskriv frá LÍV. 

 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum, har Malan Poulsen Bisp eisini hevur samrøðu við Gudmund Effersøe Nónstein, ráðgeva í Tryggingareftirlitinum, um málið:

 

03092026_Tryggingareftirlitid

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595