Landsstýrismaður vil hava vaktarskip í fíggjarlóg og løguætlan

Landsstýrismaður vil hava vaktarskip í fíggjarlóg og løguætlan
Vaktarskip verður við, nú uppskot um fíggjarlóg fyri 2027 og langtíðar løguætlan vera gjørd
Bæði vaktarskipini liggja.
 
03.09.2026 - 07:07

Vaktarskip verður við, nú uppskot um fíggjarlóg fyri 2027 og langtíðar løguætlan vera gjørd.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður.

Hann hevur svarað Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni, sum spurdi um vaktarskipini.

Brimil og Tjaldrið liggja.

Brimil fer eftir ætlan aftur í sigling hálvan oktober.

Nær Tjaldrið loysir aftur, veit eingin.

 


Danska sjóverjuskipið Lauge Koch er í Føroyum í løtuni. 

 

So leingi skipini liggja, verður danskt sjóverjuskip í føroyskum sjógvi.

Í 2025 verður farið undir at útvega nýtt vaktarskip fyri Tjaldrið, stóð í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2024.

Fýra milliónir vóru játtaðar í 2024, men einki í 2025.

Har stendur, at arbeitt verður við at raðfesta at byggja ella útvega skip í staðin fyri Tjaldrið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392