EM-fyrireikingar byrja: Fleiri feskir spælarar í venjingarhópinum

EM-fyrireikingar byrja: Fleiri feskir spælarar í venjingarhópinum
Fyrsti liður í fyrireikingunum til EM-endaspælið í hondbólti er á skránni seinni í september, tá 23 spælarar hittast til venjingar í Føroyum
Fyrireikingarnar til EM-endaspælið byrja seinni hendan mánaðin, tá 23 spælarar møta í Føroyum til venjingarviku
Mynd: Andrei Antal/HSF  
 
01.09.2026 - 16:22

Føroysku hondbóltskvinnurnar fara av álvara undir fyrireikingarnar til EM-endaspælið, tá tær savnast til venjingar í Føroyum seinni í september.

Landsliðsvenjararnir Claus Mogensen og Simon Olsen hava tikið 23 spælarar út til venjingarleguna 21. til 29. september.

Fýra spælarar, sum vóru í hópinum til tveir teir síðstu undankappingardystirnar í apríl, eru ikki við hesa ferð. Bjarta Osberg Johansen er givin, meðan Elsa Egholm, Natasja Hammer og Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen ikki eru tiknar út.

Fleiri fesk nøvn úr yngra ættarliðnum eru við í hópinum í staðin. Gylta Djurhuus á Neystabø gevur royndaru málverjunum skarpan gang, og Silja Geirsdóttir Eystberg, Ró Reginsdóttir og Rakul Borgarlíð Joensen teljast millum bakspælararnar.

Sára Berg á Lag og Christina Turiðardóttir Arge eru heilt nýggjar á vongplássunum, og á strikuni er Agatha Kjærbæk Djurhuus komin í hópin fyri Bjartu Osberg Johansen.

Vert er eisini at leggja til merkis, at 18 av 23 spæla hondbólt í útlendskum feløgum. 

 

Føroyski hópurin

Málverjar

Rakul Wardum, Skanderborg Håndbold (Danmark)
Annika Fríðheim Petersen, Gniezno (Pólland)
Gylta Djurhuus á Neystabø, Skuru IK (Svøríki)

Bakkar

Silja Geirsdóttir Eystberg, Ajax København (Danmark)
Jana Mittún, Viborg HK (Danmark)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, København Håndbold (Danmark)
Marita Mortensen, Nykøbing Falster Håndboldklub (Danmark)
Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (Danmark)
Súna Krossteig Hansen, Buducnost (Montenegro)
Fríða Nolsøe Olsen, BK Ydun (Danmark)
Lukka Arge, H71
Ró Reginsdóttir, Neistin
Rakul Borgarlíð Joensen, VÍF

Vengur

Brynhild Pálsdóttir, BK Ydun (Danmark)
Inga Maria Roysdóttir, Stjarnan (Ísland)
Joan Rúnadóttir Johannesen, KA Akureyri (Ísland)
Sára Berg á Lag, H71
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Rannvá Olsen, Ejstrup/Hærvejen (Danmark)
Christina Turiðardóttir Arge, Hadsten Håndbold (Danmark)

Strikur

Pernille Brandenborg, CSM Bucharest (Rumenia)
Vár Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (Danmark)
Agatha Kjærbæk Djurhuus, KA Akureyri (Ísland)

 

Spennandi venjingardystir

Í oktober halda fyrireikingarnar til endaspælið fram við tveimum venjingardystum á útivølli ímóti Eysturríki. Teir dystirnir vera 22. og 24. oktober. 

Í november - beint áðrenn endaspælið - verður sett uppaftur meir ferð á við venjingardystum í Norra ímóti Norra og Danmark, tá føroysku kvinnurnar eru við í Golden League fyri fyrstu ferð.

5. desember spæla Føroyar fyrsta dystin í endaspælinum ímóti Ukraina. Hini liðini í bólkinum, sum spæla í Katowice í Póllandi, eru Frakland og vertstjóðin Pólland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595