KT-trygdin í Klaksvíkar kommunu er nú í lagi

KT-trygdin í Klaksvíkar kommunu er nú í lagi
Sambært Klaksvíkar kommunu hevur Dátueftirlitið nú mett at arbeiðið, sum Klaksvíkar kommuna hevur gjørt eftir netálopið í 2024, er nøktandi
Karl Johansen, borgarstjóri, tá hann boðaði frá, at Klaksvíkar kommuna hevði verið fyri ógvusligum netálopi
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.08.2026 - 17:51

Klaksvíkar kommuna hevur nú fingið endaligt svar frá Dátueftirlitinum í sambandi við trygdarbrotið, sum rakti kommununa í september 2024.

Dátueftirlitið metir, at arbeiðið, sum kommunan hevur framt eftir netálopið, er nøktandi, og hevur ikki fleiri viðmerkingar til málið. 

Hetta skrivar kommunan á heimasíðun sínari. 

 

Netálopið

Tann 24. september 2024 sendi Klaksvíkar kommuna eina fyribils fráboðan um trygdarbrot til Dátueftirlitið.

Í einari gjøllari frágreiðing í november 2024 greiddi Klaksvíkar kommuna frá, at teldusníkar høvdu fingið atgongd til KT-skipanirnar og brongla tær.

Klaksvíkar kommuna greiddi frá, at teldusníkarnir høvdu verið í skipanunum síðani 8. september 2024 og fram til 28. september 2024, tá alt netverkið varð lukkað niður.

Samanumtikið metti Dátueftirlitið, at Klaksvíkar kommuna við grovum ósketni hevði brotið § 46 í dátuverndarlógini.

 

Málið liðugt

Dátueftirlitið valdi at geva Klaksvíkar kommunu álvarsliga átalu og kravboð um at gera eina váðameting.

Av tí at Klaksvíkar kommuna síðani trygdarbrotið hevur uppstigað KT-trygdina, fekk kommunan kravboð um, at eftir at ein váðameting er gjørd, skal kommunan - við støði í váðametingini -, taka støðu til, um uppstiganin av KT-trygdini er nøktandi, ella um aðrar betringar skulu gerast.

Sambært Klaksvíkar kommunu, hevur hon mett um verandi KT-trygd, gjørt eina neyva váðameting og dagført trygdargrundarlagið. 

Kommunan fegnast um, at málið nú er liðugt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392