Nýtt krav longu strikað

Nýtt krav longu strikað
Kravið um royndarfyrireikandi undirvísing í týskum - tað kravið kom í 2023 - fyri at søkja á hugbreyt skal longu nú takast av
Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður, segði frá ætlanum samgongunnar á Glasi.
 
14.08.2026 - 13:13

Kravið um royndarfyrireikandi undirvísing í týskum - tað kravið kom í 2023 - fyri at søkja á hugbreyt skal longu nú takast av.

Færri søkja á hugbreyt. Tey vóru 154 í 2022, 88 í fjør og í ár bara 73. 

Okkurt má gerast fyri at venda gongdini, segði Bárður á Lakjuni,landsstýrismaður, innleiðsludagin hjá Glasi.

Hann segði eisini, at tá nakað er fráliðið, er ætlanin at avtaka serstaka kravið um alis- og evnafrøði, sum er galdandi fyri nakrar gymnasialar breytir. 

Hetta verður eftir ætlan galdandi eftir 2028, tá allir næmingar í fólkaskúlanum eftir ætlan skulu hava alis- og evnafrøði sum kravda lærugrein í 8. og 9. flokki.

Bárður á Lakjuni segði, at samgongan hevur sett sær fyri, at upptøkukrøvini frá fólkaskúla til miðnám skulu endurskoðast. 

Málið er, at somu upptøkukrøv vera fyri allar gymnasialu breytirnar, so lokið fólkaskúlaprógv gevur atgongd til allar breytirnar í miðnámi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065