Dátueftirlitið: Uppskot um logning er hópyvirvøka

Dátueftirlitið: Uppskot um logning er hópyvirvøka
Føroysku telefyritøkurnar skulu sambært nýggjum uppskoti skráseta, nær føroyingar eru á internetinum og goyma upplýsingarnar í eitt ár. Dátueftirlitið kallar tað hópyvirvøku
 
13.08.2026 - 18:51

Uppskotið til kunngerð um logning stavar frá danska Løgmálaráðnum og hevur við sær, at upplýsingar um internetnýtsluna hjá føroyingum skulu skrásetast.

Tóri Højgaard, stjóri í Dátueftirlitinum, sigur, at hóast sjálvt innihaldið í internetnýtsluni ikki verður skrásett, kunnu upplýsingarnar brúkast til at kortleggja ferðsluna hjá fólki á internetinum.

Hann metir tí, at talan er um hópyvirvøku, og reisir spurningin, um tað er hóskandi at skráseta upplýsingar hjá føroyingum fyri at kunna kanna eitt avmarkað tal av álvarsligum lógarbrotum.

Hoyr innslag í tíðindunum á nátturða:

Hopyvirvoka_Tori_til_netid

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065