SF26: Góður hýrur í húsvogni á Summarfestivalinum

SF26: Góður hýrur í húsvogni á Summarfestivalinum
Joan Samuelsen og familjan hava verið við húsvogni á SF síðani 2015 - saman við tveimum øðrum familjum, sum tey hittu á festivalinum.
Joan Samuelsen (th) og maðurin Jóhan M. Stenberg eru hvørt ár á Summarfestivali saman við tveimum øðrum familjum
 
07.08.2026 - 13:17

Yvir 200 húsvognar eru á Summarfestivalinum í ár, og ein teirra er vognurin hjá Joan Samuelsen og manninum Jóhan M. Stenberg.

Joan og familjan vóru á Summarfestivali við kampingvogni fyri fyrstu ferð í 2015, og tá tók ein siðvenja seg upp. Tí tey gjørdust so væl við tvær familjur, sum húsaðust í grannahúsvognunum, at børn og vaksin síðani hava kamperað saman á Summarfestivalinum.

- Vit hava tríggjar húsvognar, og ganga inn og út hjá hvørjum øðrum. Tað er so hugnaligt, sigur Joan Samuelsen.

Lurta eftir samrøðuni við Joan Samuelsen, sum var í Summarmorgun:

 

1825954

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572