Ríksfelagsskapurin hittist í Grønlandi

Ríksfelagsskapurin hittist í Grønlandi
Ríkisfundurin, har danski forsætismálaráðharrin, grønlendski landsstýrisformaðurin og løgmaður hittast til óformligt prát verður í Grønlandi fyrrapartin í september
Í 2022 var ríkisfundurin í Føroyum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.07.2026 - 09:23

Ríkisfundurin, har danski forsætismálaráðharrin, grønlendski landsstýrisformaðurin og løgmaður hittast til óformligt prát verður í Grønlandi fyrrapartin í september.

Hann plagar at vera í juni.

Men fólkatingsvalið og løgtingsvalið í vár gjørdu, at hann er fluttur til september.

Samstarvsráðið hittast eisini í Grønlandi, tá ríkisfundurin er.

Samstarvsráðið kom í 2021.

Samstarvsavtalan um tað sigur, at uttanríkispolitiskir, trygdarpolitiskir og verjupolitiskir spurningar skulu vendast í samstarvsráðnum millum tey trý londini í ríkisfelagskapinum.

Fyri Føroyar eru Beinir Johannesen, Aksel V. Johannesen og Bárður á Steig Nielsen í samstarvsráðnum.
     

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659